Milliónir til Atlantssamstarv

Norrøna Atlantssamstarvið hevur játtað 4,25 milliónir til 18 verkætlanir, sum á ymsar máta stimbra samstarvið millum Føroyar, Grønland, Ísland og Strandanoregi


Nevndin í Norrønum Atlantssamstarvi (NORA) hevur, á fundi í farnu viku, gjørt av at lata tilsamans 4,25 milliónir í stuðuli til 18 verkætlanir. Endamálið við stuðlinum er at stimbra vinnulívsmenning og samstarv í teimum 4 NORA londunum, sum eru Grønland, Ísland, Føroyar og Strandarnoregi.

Havið og tilfeingið úr havinum hevur stóran týdning fyri samfeløgini og vinnulívið í Norðuratlantshavinum. Hetta sæst eisini á játtaðu umsóknunum. Seks umsóknir, sum so ella so snúgva seg um hav og havtilfeingið, hava fingið játtan. Harafturat hevur NORA játtað stuðul til verkætlanir innan ferðavinnu, flutning, kunningar- og samskiftistøkni og annað økissamstarv 



Rækjur og gággur

Seinastu tvey árini hevur NORA stuðlað eini íslendskari og føroyskari samstarvsverkætlan, sum hevur kannað lívfrøðina hjá gággum. Hetta er eitt djóraslag, sum enn ikki verður gagnnýtt nakað serligt sum útflutningarvøra í Føroyum, men í Íslandi hava tey nakrar royndir við hesum. Kanningin skal millum annað vísa, hvussu lívfrøðiliga burðardygg veiða kann leggjast til rættis. Í Føroyum hava Fiskirannsóknarstovan og O.C. Joensen á Oyri luttikið í verkætlanini. NORA hevur játtað 300.000 krónur til seinasta árið í verkætlanini.

Astaxanthin er reytt litevni, sum natúrliga finst í rækjuskølum. Evnið verður brúkt sum litevni at lata í laksa- og sílafóður. Vanliga verður evnið framleitt syntetiskt, men við at vinna tað úr rækjuskali ber til at fáa betri prís fyri fóðuri og eisini fyri laksin, sum kann seljast sum vistfrøðilig vøra. Hetta er annað árið í verkætlanini og fekk verkætlanin 300.000 krónur í stuðuli hesaferð. Havsbrún og P/F Miðfinnur úr Leirvík eru føroysku luttakarnir. 



Betri samskifti

Fjarstøða og lítið fjølbygd øki eru avbjóðingar, sum øll samfeløgini í NORA-økinum hava í felag. Ein verkætlan, sum hevur luttøku úr øllum fýra londunum arbeiðir við at veita betri tilboð til menningartarnað, sum búgva í útjaðaranum. Hugskotið í verkætlanini er, eins og við telemedisini at nýta framkomna tøkni til at tryggja eisini hesum samfelagsbólki fakliga góð viðgerðartilboð. Harafturat skal ein heimasíða mennast, har starvsfólkini kunnu samskifta um felags avbjóðingar og fáa vegleiðing um internetið. 



Flutningur og ferðavinna

Verkætlanin Arctic Aviation Working Group skal menna eitt netverk, ið skal arbeiða við serligu avbjóðingunum, sum flogferðslan í NORA-økinum hevur: avmarkað ferðafólkatal, harðbalið veðurlag, stuttar flogbreytir og annað. Verkætlanin hevur í fyrsta umfari fingið játtað 75.000 krónur til fyrstu kanningarnar.

Grønland, Ísland og Føroyar hava oftani samstarvað, tá ið tey royna at fáa fleiri cruiseskip at sigla í Norðurhøvum. Nú er ætlanin at fara í enn tættari samstarv. Á komandi Miami Seatrade sølustevnuni, er ætlanin at tey trý londini skulu marknaðarføra seg saman við felags bási og á hendan hátt skapa eina felags Norðuratlantiska oyggj á hesi heimsins størstu sølustevnu innan cruiseferðavinnu. Fyri Føroyar luttekur Tórshavnar Kommuna í verkætlanini og virka tey sum samskipari fyri fleiri føroysk feløg, sum eru virkin í cruiseferðavinnuni.

Ein samstarvsverkætlan millum Føroyar og Ísland ætlar at gagnnýta mongu møguleikarnar fyri marknaðarføring, sum millum annað internettænastan YouTube og framkomin samskiftistøkni, sum eitt nú I-phone hjá Apple geva. Ætlanin er at framleiða fleiri stuttfilmar, sum millum annað skulu nýtast á YouTube og til at senda millum telefonir. Filmarnir eru ætlaðir sum felags marknaðarføring av økinum. NORA hevur stuðlað verkætlanini við 150.000 krónum. Úr Føroyum luttekur Kovboy film í verkætlanini 



Trygd á sjónum

Trygdin á sjónum hevur verið nógv á breddanum seinastu tíðina. Bæði Útnorðurráðið og Norðurlandaráðið eru komin við tilmælum um at betra tilbúgvingina. NORA hevur nú játtað 400.000 krónur til eina verkætlan, sum skal menna eina veðurtænastu til at hjálpa tilbúgvingini í økinum. Føroyar, Ísland og Noregi eru við í verkætlanini. Úr Føroyum luttekur Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrnum 



Samstarv um íverksaetan

Fyri einum ári síðani játtaði NORA stuðul til ein undanverkætlan, sum skuldi kanna um tað var møguligt at skipa samstarv millum íverksetarahús í NORA økinum. Íverksetarahúsið í Klaksvík var vertur fyri eini verkstovu í mai í ár. Niðurstøðan hjá luttakunum var, at her var nógv at samstarva um. Nú hevur NORA játtað 170.000 krónur til halda nýggja verkstovu og til at menna eina heimasíðu, sum skal hjálpa íverksetar um í økinum at samstarva tvørtur um Norðuratlantshavið. Ætlanin er nú at fáa enn fleiri luttakarar úr økinum við í verkætlanina.


Tilsamans 36 umsóknir vóru viðgjørdar í hesum umfarinum. Næsta umsóknarfreist hjá NORA er 2. Mars 2009.