Ein dómari í Bagdad hevur givið løgregluni boð um at handtaka fyrrverandi verjumálaráðharran Rachi Hamza al-Radhi og 22 embætismenn í verjumálaráðnum, tí illgruni er um, at teir hava stungið almennar pengar í egnan lumma. al-Rahdi var ráðharri í fyribilsstjórnini, sum amerikanararnir skipaðu í juni í fjør, og tríggir aðrir ráðharrar eru undir illgruna fyri at hava verið uppi í stuldrinum.
Sambært Reuters eru fleiri av teimum, sum eru undir illgruna, flýddir úr Irak, og myndugleikarnir hava tí biðið Interpol taka teir. Hildið verður, at nakrir teirra fjala seg í London.
Sambært dómaranum í Bagdad eru einar seks milliardir krónur horvnar úr verjumálaráðnum. Pengarnir vóru játtaðir til at keypa nútímans vápn úr fleiri londum fyri, men sum skilst hevur verjumálaráðið keypt brúkt vápn fyri minni pengar. Avlopið hava politikarar og embætismenn stungið í egnan lumma.