Milliardirnar floppaðu

Champions League: Heimurin slapp á fyrsta sinni at síggja MNM, men tað spældi ikki væl av

Í gjár vóru seinna hálva av dystunum í fyrsta umfari í bólkaspælinum í Champions League. Fyrrverandi vinnarar av kappingini sum Liverpool, Real Madrid, Borussia Dortmund og Ajax vunnu sínar dystin, meðan Paris Saint Germain púra óvæntað bara fekk javnleik í Belgia.

 

Bólkur A:

Við Lionel Messi, Neymar og Kylian Mbappé – eisini nevndir MNM – megnaði Paris Saint Germain bara at spæla javnleik móti belgiska Club Brugge í gjár. Málskjútti fyri gestirnar úr París var Ander Herrera.

 

Manchester City vann málrúkan dyst móti RB Leipzig úr Týsklandi. Úrslitið var 6-3 til heimaliðið. Tað var undirhaldandi fyri áskoðararnar, men Pep Guardiola – venjari hjá Manchester City – var so óður eftir dystin, at hann fór á vøllin at skelda tveir av málskjúttunum, tí teir ikki vardu nóg væl.

 

Støðan:

 

  1. Manchester City 3
  2. Club Brugge 1
  3. PSG 1
  4. RB Leipzig 0

 

Bólkur B:

 

Liverpool kom best frá byrjan í krútbólkinum, sum eisini telur AC Milan, Atletico Madrid og FC Porto. Liverpool vann 3-2, eftir at hava verið aftanfyri 2-1 í hálvleikinum. Trent Alexander-Arnold, Mohamed Salah og Jordan Henderson skoraðu málini. Atletico Madrid og FC Porto spældu javnleik 0-0.

 

Støðan:

 

  1. Liverpool 3
  2. Atletico Madrid 1
  3. FC Porto 1
  4. AC Milan 0

 

Bólkur C:

 

Erling B. Håland er ein málmaskina og tað prógvaði hann aftur í gjár. Hann skoraði annað av málunum, tá Borussia Dortmund vann 2-1 á Besiktas. Fyrr málið skoraði enski Jude Bellingham. Í hinum dystinum vann Ajax heili 5-1 á Sporting Lisabon í Portugal. Sebastian Haller skoraði ikki færri enn fýra mál.

 

Støðan:

 

  1. Ajax 3
  2. Borussia Dortmund 3
  3. Besiktas 0
  4. Sporting Lisabon 0

 

Bólkur D:

 

Real Madrid vann eitt sindur óuppiborið á Inter Milan við málið í evstu løtu, meðan FC Sheriff vann í fyrstu royndini í Champions League bólkaspælinum. FC Sheriff er fyrsta liðið út Moldova, ið hevur vunnið seg víðari til bólkaspælið. Teir vunnu 2-0 á Shakthar.

 

Støðan:

 

  1. FC Sheriff 3
  2. Real Madrid 3
  3. Inter Milan 0
  4. Shakhtar 0