Milliardirnar hjá Chelsea taptu

Premier League: Tað gongur eisini illa hjá uppflytarunum, sum bara hava fingið eitt stig til samans

Fjórða umfar í Premier League er í gongd hetta vikuskiftið. Manchester City vann – helst við eitt sindur av dómarahjálp – men mest tí Erling B. Haaland skoraði hattrik. Chelsea tapti á heimavølli og Sheffield United er fyrsti uppflytarin at fáa stig.

 

Manchester City vann heili 5-1 á Fulham á heimavølli. Erling B. Haaland skoraði hattrik, men størsta kjakið kom av málinum til 2-1 til Manchester City, sum fleiri fyrrverandi dómarar meta var rangstøða. So var ikki og teir ljósabálu vunnu væntandi og liggja fremst við fullum stigatali.

 

Chelsea hevur sett met við at keypa inn fyri 3,7 milliardir krónur í summar, men tað var ikki nokk til at vinna á Nottingham Forest, ið stjól øll stigini á Stamford Bridge. London-grannarnir úr Tottenham hava fingið eina góða byrjan upp á tíðina uttan Harry Kane og vann 5-1 á útivølli móti Burnley.

 

Sheffield United spældi 2-2 móti Everton og er fyrsti uppflytarin, sum fær stig. Hinir eru Burnley og Luton Town, sum tó hava spælt tríggjar dystir. Newcastle tapti fyri triðju ferð upp í slag, tá teir vóru á vitjan hjá Brighton, har 18 ára gamli Evan Ferguson skoraði hattrik.

 

01.09Luton1:2West Ham
02.09Sheffield United2:2Everton
02.09Burnley2:5Tottenham
02.09Chelsea0:1Nottingham F.
02.09Manchester City5:1Fulham
02.09Brentford2:2Bournemouth
02.09Brighton3:1Newcastle
03.09Liverpool:Aston Villa
03.09Crystal Palace:Wolves
03.09Arsenal:Manchester Utd
1Manchester City440011:212
2Tottenham431011:410
3West Ham43109:410
4Brighton430112:69
5Liverpool32106:37
6Arsenal32105:37
7Brentford41308:56
8Aston Villa32018:66
9Nottingham F.42026:66
10Manchester Utd32014:46
11Chelsea41125:54
12Crystal Palace31112:24
13Fulham41124:104
14Newcastle41037:73
15Wolves31022:53
16Bournemouth40224:82
17Sheffield United40134:71
18Everton40132:81
19Luton30032:90
20Burnley30033:110