Reytt ljós. Bilførarin minkar ferðina til bilurin stendur stillur. Í somu løtu hoyrist eitt ljóð, sum um onkur sparkar bilin, og vit merkja at bilurin ristist. Førarin fer út at vita hvat er áfatt, og sær nú ta ungu kvinnuna, ið roynir at fáa sína lítlu Honda-motorsúkklu upp aftur á hjólini. Tey nógvu fólkini, sum eru steðgaði av berum forvitni, henta pappír hennara, íð flugu í allar ættir, upp av asfaltinum.
Vit eru júst komnir inn í Ho Chi Minh Býin. Størsta býin í Vietnam. Tann unga skrivstovukvinnan, íð nú stendur og biður um umbering fyri bugluna á kúfangaranum, er bert eitt av teimum tíggjutúsundtals fólkunum, sum koyra á motorsúkklu í býnum.
Hon hevur eitt turriklæði fyri nøsina og munnin, er í handskum, ið røkka heilt uppundir albogan, og hevur ein nýggjan Nike-kepp á høvdinum. Turriklæðið tekur tann ringasta bilosan úr luftini, áðrenn luftin fer niður í lungu hennara, ið av tí sama vónandi ikki eru so skitin, sum hjá teimum, sum ikki brúka hetta slagi av luftfiltri, í teirri nógv dálkaðu luftini. Fyri fólk her síggja katalysatorar, stillan av motorum og bileftirlit, út til at vera ein býur í Føroyum. Handskarnir og keppurin verja hana ímóti sólini. Líka so nógv sum vit royna at fanga hvørja sólstrálu fyri at gera holdið myrkari, royna tey her at sleppa undan sólini, fyri at kunna verða so ljós sum møguligt.
Ferðslan í Ho Chi Minh Býnum er tað, tú róliga kanst kalla ein ruðuleiki. Gøturnar í býnum eru als ikki gjørdar til so nógva ferðslu. Skjótasti mátin at koma fram er á motorsúkklu. Av somu orsøk eru bilarnir sera fáir sammett við talið av motorsúkklum. Men tá tey flestu koyra á hvør sínari motorsúkklu, er støðan framvegis líka fløkt. Ferðsluljósini eru fá og víkiskylda finst ikki, so um tú vilt vera høviskur í ferðsluni her, kanst tú lættliga verða standandi í fleiri tímar, uttan at koma av fetinum. Einastu ráðini eru at koyra líka skilaleyst sum øll hini, og síðan vóna tað besta.
Søgan og framtíðin
Ho Chi Minh Býurin er kortini nógv annað enn ferðsluruðuleiki.
Býurin, ið fyrr æt Saigon, varð í 1859 tikin av franskmonnum, og gjørdist fá ár seinni høvuðsstaður í franska hjálandinum Cochinchina. Tvey ár eftir at franskmenninir í 1954, eftir átta ára bardaga, mistu valdið, varð Saigon høvuðsstaður í Suður-Vietnam, og var hann tað fram til 1975, tá hann varð tikin av norðurvietnamesiska herinum. Nú, ið Suður Vietnam og Norður Vietnam vóru sameind, gjørdist Hanoi í norðara partinum av landinum høvuðsstaður. Samstundis gav nýggja yvirvaldið býnum nýtt navn til heiðurs fyri Ho Chi Minh, sum stovnaði tann vietnamesiska kommunistaflokkin, og sum frá 1946 til hann doyði í 1969, var forseti í Norður-Vietnam.
Í dag verður tann gamli býarparturin framvegis nevndur Saigon, og í sunnara partinum av landinum verða nøvnini Saigon og Ho Chi Minh Býur nýtt hvørt um annað. Í norðara partinum harafturímóti verður tú rættaður, um tú sigur Saigon. Tey almennu tølini siga at tað búgva fýra milliónir fólk í býnum, men tað rætta talið er nokk nærri teimum sjey milliónunum. Hesin stóri munurin kemur av at stjórnin bert telur tey við, ið hava uppihaldsloyvi í býnum. Nógv av teimum, sum búgva í býnum uttan loyvi, búðu í býnum áðrenn 1975, tá mynduleikarnir fluttu tey út um býin at arbeiða í landbúnaðinum. Tey flestu eru nú aftur í býnum saman við børnum og ommu- og abbabørnum, hóast tey enn ikki hava loyvi at vera har. Harafturat koma øll tey, sum væntaðu at fáa eina betri tilveru í Ho Chi Minh Býnum, enn tey høvdu úti við rísmarkinar, men sum nú noyðast at búgva á gøtuni.
Handilsvinnan
Í Ho Chi Minh Býnum fer ein triðingur av landsins framleiðslu fram, og tað er til Ho Chi Minh Býin, størsti parturin av teimum útlendsku handilsmonnunum koma at keypa og selja ella at byrja nýggja framleiðslu. Handilin og ídnaðurin í býnum mennist eisini við rúkandi ferð. Allastaðni sært tú stórar bygningar í gerð. Risastór handilshús ella hotel, ið fyri ein stóran part ella heilt verða fíggjað við útlendskum peningi. Men hóast hesa gongdina
síggjast enn øll tey mongu fólkini, sum liva av at selja alt frá grønmeti og sápu til følsk Rolex-ur úr Kina, á gøtuni. Hesi fólkini byrja dagin klokkan fimm um morgunin, tá tey koma inn í miðbýin við sínum vørum, og fara ikki heim aftur fyrr enn klokkan átta á kvøldi, sjey dagar um vikuna. Framtíðin hjá handilsfólkunum á gøtuni sær út til at gerast enn strævnari, nú tann fíggjarligi vøksturin gevur fólki ráð til at keypa frá teimum stóru handlunum.
Sameinisborgin
Í býnum eru eisini nógvir áhugaverdir bygningar. Ein tann mest vitjaði er fyrrverandi forsetaborgin, sum síðan 1990 hevur verið opin fyri almenninginum.
Borgin stendur miðskeiðis í eini vakrari park, sum við sínum 12 hektarum ger sítt til at borgin hevur eina stórliga og týdningarmikla útsjónd.
Frammanfyri borgina er ein stórur rundur grasvøllur við einum gosbrunni í miðjuni, og uttanum vøllin er koyribreytin, sum førir inn til høvuðsdyrnar.
Hesin bygningurin, sum í dag verður nevndur Sameinisborgin, fekk ein serligan leiklut í Vietnamkrígnum.
Um morgunin hin 30. apríl í 1975 brutu teir fyrstu stríðsvognarnir hjá norðurvietnamesiska herinum seg ígjøgnum tað stóra portrið frammanfyri borgina, og ein hermaður rann upp á altanuna á fjórðu hædd og veittraði við Viet Cong flagginum. Seinni sama dag vóru hesar myndir vístar í sjónvarpi um allan heimin.
Forsetabústður
Tann fyrsti bygningurin á hesum staðið varð bygdur av tí franska hjálandaveldinum í 1868. Tá ið franskmenninir rýmdu, gjørdist bygningurin búðstaður hjá suðurvietnamesiska forsetanum Ngo Dinh Diem. Men tá hansara egna flogvápn í 1962 royndi at drepa hann við at kasta bumbur niður yvir borgina, avgjørdi hann at byggja eina nýggja forsetaborg á sama staðið, men hesaferð við einum bumbuskýlið í kjallaranum. Arbeiðið byrjaði í 1962, og fýra ár seinni varð tann nýggja borgin liðug. Diem sá ongantíð sína nýggju forsetaborg, tí hann varð myrdur av herinum í 1963. Nýggja borgin fekk navnið Frælsisborgin, og gjørdist heimstaður hjá tí næsta forsetanum, Nguyen Van Thien, til hann noyddist at flýggja í 1975. Thien býr nú í Onglandi.
Hátíðardámur
Tá tú kemur inn í henda velduga bygningin, merkir tú beinanvegin ein hátíðarligan dám. Her er høgt millum loft og gólv, og øll tey stásiligu rúmini eru upplýst av dagljósinum, ið sleppur inn ígjøgnum teir stóru glasveggirnar.
Á borgini, sum hevur eina samlaða gólvvídd uppá meira enn hundrað túsund fermetrar, kanst tú síggja list úr teimum ymsu landspørtunum í táverandi Suður-Vietnam. Eisini innbúgvi er úr tilfari úr fleiri landspørtum. Tað mest hugtakandi listaverkið er ein málningur, ið er ikki minni enn fýrati fermetrar til støddar. Hesin vísir hvussu vietnamesiska fólkið hevur livað í 1.500 ár. Málningurin hongur fyri endan á hølinum, sum nýtt varð til uppihaldsrúm, áðrenn farið varð inn í altjóða- ella tjóðarmóttøkuhølini.
Á næstovastu hæddini búði forsetin við sínum húski. Her eru millum annað forsetaskrivstovan, kykmyndahøllin, bókasavnið, móttøkuhølini hjá forsetafrúnni, umframt etisalin og hølið til kortspæl og annað undirhald. Við síðuna av forsetaskrivstovuni er eitt rúm, har fleiri ymisk kort av sunnara partinum av landinum hanga á vegginum.
Tað eina kortið hevur serligan áhuga millum vitjandi. Á tí síggjast avmerkt tey øki, har ið norðurvietnamesiski herurin hevði viðhaldsfólk undir krígnum, og tey øki, sum vóru undir amerikanskum valdi.
Á einum borðið standa sjey telefonir, hvør við sínum liti. Tann ungi maðurin, sum vísir vitjandi borgina, greiðir frá at allar telefonirnar høvdu hvør sína linju út av borgini. Tann reyða í miðjuni, sigur hann, hevði beinleiðis samband við Hvítu Húsini í Washington.
Bumbuskýlið
Í kjallaranum er bumbuskýlið hjá forsetanum. Inni í rúminum, har forsetin skuldi halda til undir einum møguligum álopi, stendur ein song og eitt klæðnaskáp, og í millum hesi eitt náttborð. Á tí standa ein telefon og tríggir sendarar. Rúmið ber týdiliga boð um, at her ætlaði forsetin sær ikki at verða í longri tíð. Aðrastaðni í kjallaranum eru tey sonevndu krígsrúmini. Har inni stendur hópur av samskiftisútgerð.
Hyggur tú nærri at tólunum, sært tú, at flest øll eru komin frá amerikanska herinum. Á vegginum í tí eina rúminum hanga nøkur kort, sum sigast at vera tey mest nágreiniligu kortini, ið finnast av sunnara partinum av Vietnam. Undir kjallaranum eru fleiri tunlar at flýggja ígjøgnum. Tann eini gongur heilt yvir til Kollveltingarsavnið, idðfyrr æt Gia Long Borgin. Hesin tunnilin er knappar fimmhundrað metur langur.
Í dag stendur henda vakra borgin sum eitt minni um Lýðveldið Vietnam, ið ikki longur er til, hóast fleiri hundraðtúsund vietnamesarar og 58183 amerikumenn doyðu í royndunum at bjarga tí.