Ímillum Ketil og Stein Bagger

Tíðargrein:

Boðskapurin hjá Hermanni Oskarssyni

er stuttskygdur, ábyrgdarleysur

og vandamikil

 

»Tey fara í stovuna og læsa, konan tekur eitt ilt skrín út und­an seingini og telur upp úr hand­ragnum nakrar neyðars rukkut­ar seðlar og eitt sindur av smá­pengum, góðar hundrað krónur.

Eina løtu sita tey tigandi á songarstokkinum og stara at dunganum.??Tá heldur konan: »Eg hugsi, vit mugu selja kúnna.«

Hon hugdi burtur og tiv­aði.?Ketil bliknaði og fekk suð fyri oyruni: »Tað verður sum at missa hondina. Hon er einasta livandi, vit eiga, og so skulu vit sita svørt í tvey ár.«??

Tey fara bæði uttar aftur og lata fjóshurðina upp, standa og hyggja. Kúgvin liggur so rein og nosslig á bóli og jótrar, hon vendir høvdinum, hyggur at teimum og drynjar. Tá tók Ketil húgvuna fyri andlitið, og konan fjaldi høvdið í bringuni á honum.??

Áðrenn fólk var á fótum morg­unin eftir, fóru feðgarnir niðan um garðarnar við kúnni.«

Orsøkin til henda tragikomiska endan á Feðgar á ferð, var eingin stór skuld. Ketil hevði bara í fyllskapi keypt nakað nógv tvøst.

Men Ketil og Ketilskona vildu einki skylda. Tey vildu heldur liva við ongari kúgv, enn teirri skommini, sum skuld var í teirra eygum.

Heiðurligur hugburðurin, má sigast. Men hann var avoldaður. Í einum samfelag har pengar dríva alt verk, er skuld ein náttúrligur partur. Og var eitt samfelag rikið eftir grundregl­uni um ongantíð at skylda nakað, hevði tað skjótt steðgað upp.

At taka lán er ofta bæði gott og neyðugt og ábyrgdarfult.

Men tað kann eisini vera sera ábyrgdarleyst.

Tað ber til at misnýta møgu­leikan fyri at taka á seg skuld.

Tað ber til at liva av lánum, sum ein als ikki ætlar at rinda aftur.

Tað ber til at fáa onnur at rinda fyri sítt lív og sín levnað.

Og tað ber enntá til at senda rokningina fyri raksturin av einum heilum samfelag til framtíðar ættarlið.

 

Hava vit lært nakað?

Tað gjørdi Anker Jørgensen í síni tíð. Hann rak Danmark við lántøku. Samsvar var ikki millum inntøkur og útreiðslur, og í staðin fyri at fáa samsvar, rindaði hann við læntum pengum. Undanførslan fyri politikkinum var tann sama perverteraða útgávan av Keynes, sum altíð verður brúkt: Tað eru truplar tíðir! Vit mugu hava hjólini malandi! Skuldin kann rindast tá tíðirnar batna!

Men tíðirnar batnaðu ikki. Danmark fekk í 80'unum stórt arbeiðsloysi, og tað gjørdist eitt drúgt stríð hjá øllum landsins løntakarum at rinda lánini aftur.

Fá ár seinni var sama søga í Svøríki undir Olof Palme. Fyrst vanstýring og lántøka - síðani arbeiðsloysi og beinharðar treytir frá lángevarum.

Men ongastaðni hevði hesin kendi leikur so tragiskar avleiðingar sum í Føroyum. Ongastaðni var vanstýringin so total og lántøkan so nógv. Og ongastaðni máttu ósek fólk rinda so høgan prís, sum hjá okkum.

Tey lærdu av tí í Svøríki. Og tey lærdu av tí í Danmark.

Vit lærdu eisini í Føroyum. Eitt sindur. Hóast alt. Politikarar fingu størri virðing fyri tí grundleggjandi samanhangi, sum má vera millum útreiðslur og inntøkur. Og fiskivinnan var fullkomiliga umskipað við góðum úrsliti.

Hevði tað verið í 80'unum at undirskotið á fíggjarlógini var 700 milliónir, hevði fáur hugsað so nógv um tað. So leingi vit bara sleppa at læna, er eingin vandi, hevði mann sagt.

Nú eru vit fleiri, sum ræðast eitt so stórt undirskot. Tí goymsl­urnar eru skjótar at tøma. Og bara tankin um biddaragongdirnar í 90'unum gevur okkum kuldagýsningar.

 

Oskarsson

Men fyrrverandi formaðurin í búskaparráðnum sær ongan vanda! Í tveimum Sosialum í farnu viku prædikar hann, at eingin vandi er á ferð, og at tað als ikki er ábyrgdarleyst at hava so stórt undirskot. Nei, tað er ábyrgdarleyst at vilja avmarkað undirskotið, heldur hann.

Hann sigur fleiri ting sum eru so grundleggjandi skeiv, at tey krevja eina viðmerking:

Hann sigur at: »Tað almenna er tað einasta, sum kann átaka sær eitt hall og betala tað aftur yvir tey næstu 100 árini.«

Tað er rætt at tað almenna kann taka sær drúgva skuld - hóast 100 ára afturgjaldingartíð er nóg so rívan tikið til. Men við hesum stóra møguleika fylgir eisini stór ábyrgd.

Men Hermann heldur, at tað er »als ongin trupulleiki fyri almennu Føroyar at átaka sær eina skuld upp á einar tvær milliardir tey næstu fáu árini.« Hetta, heldur hann, »kann landið kann betala aftur tey næstu 20 árini ella longri«.

Skal »landið« betala pengarnar aftur? Nei, tað kann »landið« ikki. »Landið« merkir í hesum føri fólkið. Tað verða børnini hjá Hermann, skulu rinda. Og tey skulu ikki bara rinda lánini aftur. Tey skulu eisini rinda 100-tals milliónir í rentum! Vilja tey tað? Tíma tey tað? Hevði Hermann viljað arvað eina so stóra skuld?

Eina aðrastaðni sigur hann at »borgararnir sjálvir skulu betala tað - bara yvir nógv longri tíð«. Men tað er heldur ikki rætt. Tey, sum í framtíðini koma at rinda lánini aftur, eru í stóran mun onnur enn tey, sum læna í dag.

Hermann kallar tað »hum­bukk at tosa um, at Føroyar fara at enda í eini skuldar­fellu«, og »skuldarfella er tað, sum Zimbabve, Suðurafrika og Peru kunnu koma í.«

Humbukk? Vit vóru í eini skuldarfellu fyri bara 15 árum síðani! Og hóast hon ikki verður so álvarsom sum tá, seta vit kortini eina fellu fyri okkara eftirkomarar, um vit draga fleiri milliardir í skuld uppá teir. Teir sleppa ikki at gera íløgur í framburð og menning, tí vit binda teir til at rinda rentur og avdrøg fyri okkum.

 

Ongar politiskar broytingar

Í síðstu kreppu var fiskivinnan fullkomiliga umløgd. Hund­rað­tals árligar milliónir vóru tiknar burtur, og vinnan varð endur­reist á sunnum grundarlag. Varð tað ikki gjørt, hevði samfelagið als ikki komið so skjótt fyri seg aftur.

Eisini í dag eru fleiri av­­lag­andi studningsskipanir, sum tað hevði verið gagnligt at endur­skoða. Men Hermann er ósamd­ur: »Sum støðan er nú, skulu politikarar halda fingrar­nar burtur frá øllum, sum ávirkar inntøkurnar hjá fólki til tað verra. Slíkt skal gerast í góðum tíðum«.

Í góðum tíðum? Hvørji verð livir hann í? Politikarar gera sjáldan nakað sum er ópopulert uttan so, at umstøðurnar tvinga teir til tað. Á tann hátt kann ein kreppa í veruleikanum vera gagnlig. Men skal politiska skipanin nú einki annað gera enn at spræna læntar pengar inn í samfelagið, verða vit illa brynjað til komandi avbjóðingar.

 

Ov bygdaslig

Hermann heldur at »Kanska eru vit so bygdaslig í heimssam­felag­num, at vit seta tað fremst av øllum at spara og onki skylda, hóast avleiðingin er, at arbeiðs­loysið veksur og at byrðan hjá mongum verður so tung, at tey kanska rýma av landinum.«

At spara og einki skylda er einki mál í sær sjálvum. Og kunnu vit forða arbeiðsloysi og fráflyting við lántøku, so kann tað vera skilagott.

Men ov stór lántøka kann sanniliga eisini hava við sær fráflyting! Vit eru stutt síðani komin úr eini kreppu sum kom, júst tí vit skyldaðu og ikki spardu! Tí vit læntu og læntu til eingin til endans trúi uppá, at vit kláraðu at rinda lánini aftur.

Sum Hermann sjálvur sigur: »Tað, sum hendi í kreppuni í nítiárunum, var, at tað almenna skyldaði so nógv, at vit høvdu ongar møguleikar at læna.«

Júst so. Og tað almenna skyldaði so nógv, tí tað almenna hevði lænt so nógv!

 

Balansugongdin

Hermann Oskarsson hevur rætt í, at vit helst noyðast at reka samfelagið við undirskoti í nøkur ár.

Men at siga at stór skuldar­binding av samfelagnum ikki er nakar trupulleiki, er sera, sera ábyrgdarleyst. Tí hóast tað kanska ikki er ein trupulleiki Hermann og hansara ættarlið, so verður tað ein stórur trupulleiki fyri teirra børn!

Vit eiga sjálvandi at gera alt vit kunnu fyri at avmarka arbeiðsloysi og fráflyting. Men vit eiga eisini at brynja okkum til framtíðar avbjóðingar. Og tað gera vit als ikki við Hermansa uppskrift.

Tí skulu vit ikki skapa - ella varðveita - almenn arbeiðspláss bara fyri at halda fólki í gongd. Vit mugu tora at rationalisera og spara, har tað er gagnligt fyri búskapin.

Vit skulu ikki varðveita studningsskipanir, sum vit vita eru skaðiligar.

Hvør føroyingur brennur meira enn dupult so nógva olju sum hvør ES-borgari. Við tí útgangsstøðinum eru vit sera illa fyri at taka ímóti framtíðar avbjóðingum. Tí mugu vit gera íløgur í tiltøk, sum kunnu minka um samlaðu oljurokn­ingina. Og kann ein minni floti skapa somu virði fyri samfelagið sum verandi floti, so er tað tann vegin, vit skulu.

Almennu íløgurnar skulu ikki bara skapa arbeiðspláss. Tær skulu eisini bøta um okkara kappingarføri. Sum ein nýggjur flogvøllur t.d. hevði gjørt.

Men alt er ein balansugongd. Tí at avmarka undirskotið má eisini alla tíðina vera eitt aðalmál!

Ketil ella Bagger?

Hermann hevur rætt í, at fráflyting er eitt veldugt vandamál.

Men fylgja vit ráðunum frá Hermanni, standa vit um nøkur ár við einum samfelag, sum ikki hevur framt neyðugar politiskar broytingar, sum av tí sama er stirvið, tungt og dýrt at reka - og sum skyldar tvær milliardir.

Hvussu mann tað fara at ávirka íbúgvaratalið? Hvussu lokkandi er eitt tílíkt samfelag at flyta til?

Kanska er tað »bygdasligt« at ræðast eina stóra skuld. Men hóast Ketil gamli ikki skal vera nøkur fyrimynd, so er hansara hugburður altso sunnari tann hjá Stein Bagger. Ketil letur ikki onnur rinda fyri sítt lív!

 

Legitimerað ábyrgdarloysi?

Fólk plaga at siga, at tey vilja hava politikarar, sum tora at taka ópopulerar avgerðir.

Andsøgnin er, at tann polit­ikari, sum torir tað, verður ikki politikari leingi. Hann verður ópopulerur, og rýkur út. Og so kemur ein populistur í staðin...

Í løtuni hava vit stórar avbjóð­ingar. Politiskar avgerðir mugu takast, sum verða truplar og ópopulerar. Nógv vilja sleppa undan at taka tær. Og tí er vandi fyri, at tær als ikki verða tiknar.

Og eg eri bangin fyri, at boð­skapurin frá Hermann Oskars­son er vatn á mylluna hjá teim­um, sum vilja sleppa undan at dálka sær fingrarnar.

Tí boðskapurin verður lisin soleiðis:

Vit nýtast ikki at broyta nakað! Vit nýtast ikki at rationalisera! Vit nýtast ikki at brynja okkum til komandi avbjóðingar! Vit skulu ikki gera nakað, sum rakar nakran! So leingi vit sleppa at læna, skulu vit bara lofta øllum við almennum pengum!

Rentur og avdrøg og alt hitt má onkur annar orðna - onkun­tíð tá tíðirnar eru vorðnar betri!