Tíðindaskriv:
Hetta verður ein "Four Hands Dinner", har kokkurin í Ræst, Sebastian Jiménez, og Riccardo Gaspari sameina sítt handverk og sínar matmentanir – í eini matskrá, sum fagnar siðaarvi, náttúru og tí, sum hendir, tá villur reinleiki úr Føroyum møtir fjallakøkinum úr Norðuritalia.
SanBrite hevur eina Michelin-stjørnu og eina grøna stjørnu fyri burðardygga matgerð – og er eitt stað, har mjólkin kemur beint frá morgunmjólkingini, osturin verður gjørdur á staðnum, og geitirnar ganga frítt í náttúruni. Tað er rustikt, poetiskt og italskt heilt inn á bein. Og tað verður tað eisini á Ræst – bara við føroyskum ísletti.
Hetta er ikki bara ein matskrá. Hetta er eitt samstarv millum italska og føroyska køkin - eitt møti millum fjøll og fjøru, millum mjólk og ræst.
Sí meira á https://www.facebook.com/raestrestaurant
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##