Millum tey allarbestu

Í eini greining av partabrævamarknaðinum metir the Daily Telegraph, at Faroe Petroleum er millum seks tey mest áhugaverdu á marknaðinum í 2008-01-03

Íløgur

 

2008 verður árið, har virksemið hjá Faroe Petroleum seinastu fimm árini fer at geva avkast til íleggjararnar. Somikið greiður er boðskapurin hjá the Daily Telegraph, sum í grein í blaðnum í gjár hevur gjørt sínar metingar um, hvørji feløg verða sonevndu hæddarloypararnir á enska virðisbrævamarknaðinum í 2008.

Samanlagt eru á leið 3.000 feløg skrásett á enska marknaðinum, so tað sigur ikki so lítið um vónirnar fyri føroyska oljufelagið, tá tað verður nevnt millum seks tey bestu íløguevnini hetta komandi árið. Og tað ger ikki skoðsmálið verri, at tað er virda Daily Telegraph, sum gevur skoðsmálið.

 

26 boringar

Sum grundarlag fyri sínum metingum sigur enska blaðið, at oljan heilt víst verður ein av teimum vørunum, sum heimurin framhaldandi hevur tørv á í 2008. Og við prísum, sum nú eru farnir upp um teir 100 dollararnir fyri tunnuna verður lønsemið í vinnuni neyvan verri.

Víst verður á, at felagið við seinastu kapitalhækkanini (£45 mió) hevur brynjað seg til komandi boringarnar, har felagið er við í ikki færri enn 26 boringum komandi tvey árini. Og við einum væl spjaddum íløguvága í sínum leitingarloyvum verður roknað við, at talan verður um fleiri positivar meldingar til marknaðin í 2008. Nakað sum helst fer at geva tað, sum blaðið nevnir »superior shareholder returns«.

Kursurin á partabrævinum hjá Faroe Petroleum hækkaði góð 6% í gjár.