Mimi nýggjur nevndarlimur í Betri Trygging

Betri Trygging fekk í gjár ein nýggjan nevndarlim, tá Mimi Steintórsdóttir bleiv vald í nevndina. Tað skrivar Betri samtakið á heimasíðu síni.


Mimi Steintórsdóttir, ið dagliga starvast sum advokatur hjá Sókn Advokatum, tekur við nevndarsessinum hjá Ingunn Eiriksdóttir, ið fyrr í mánaðinum tók við starvinum sum forstjóri í Betri Trygging.


Í nevndini eru nú fimm menn og tríggjar kvinnur. Tey eru Lars Bonde, nevndarformaður, Teitur Samuelsen, næstformaður, Gunn Danielsen, nevndarlimur, Karl Birgir Isaksen, nevndarlimur, Mimi Steintórsdóttir, nevndarlimur, Sonni L. Petersen, nevndarlimur (starvsfólkavaldur), Selinda í Heiðunum, nevndarlimur (starvsfólkavald), og Kaj Dam, nevndarlimur (starvsfólkavaldur).