Mín jólabók 1997

Ymiskir høvundar hava skrivað og Olivur við Neyst hevur myndprýtt bókina

Síðan 1952 hevur Mín jólabók verið trúgvur jólagestur í føroyskum heimum. Bara í 1958 kom hon ikki, tí tá valdi bókadeildin hjá Lærarafelagnum at seta øll segl fyri og geva út glæstribøkurnar, ið mong enn minnast. Tað var eitt ódnartak tá, so vit kunnu bara ásanna orðatakið: Mangt umbroytist á mansins ævi, nú litfagrar myndabøkur eru eins vanligar á føroyskum sum fremmandum máli.

Í Mínari jólabók eru sum vant fyrst og fremst søgur, men eisini yrkingar, uppskriftir, skrøgg og krossorðagáta.

Nógvar upprunaføroyskar søgur eru: Maud Heinesen hevur skrivað »Einsamøll í húsi« Elin Mortensen »Tá ið takið fór í luftina«, Sólrún Michelsen »Emma«, Erling Poulsen »Ein raskur drongur«, Andreas L. Jacobsen »Harutíð og Lundalandið«, Nina Dahl »Jólakalendarin og Marjun«, Maria Jacobsen »Vón« o.o.

Mín jólabók 97 er sett, umbrotin, prentað og heft á Pf. Einars Prent. Hon er 130 bls. og kostar kr. 60.