Mín næsti bilur verður helst el

- El-bilar eru eitt fet á røttu leiðini, heldur borgarstjórin í Eiðis kommunu.

 

Hvat bilmerki koyrir tú?   

- Mín bilur er ein Opel Grandland.

Tað sigur Annsy Høghamar, borgarstjóri í Eiðis kommunu.

Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil?   

- Eg koyri diesel.

Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur?  

- Ja, ætlandi verður hetta ein el-bilur.

Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar?  

- Eg eri fyri grønari orku og vóni, at fleiri fara at keypa sær el-bil. Tað er eitt fet á røttu leiðini, heldur Annsy Høghamar. 

 

Í VikuskiftisSosialinum seinastu viku var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.