StÍF ? H71 30-23 (16-11)
Strandingar lótu ongantíð nakran iva vera um, hvørt av liðunum var hitt betra, tá teir sunnudagin tóku móti hoyíkingum.
Áðrenn hoyvíkingarnir høvdu fingið fótin fastan, hevði heimaliðið lagt seg á odda við nøkrum málum, og onga løtu í dystinum hevði tú varhugan av, at sigurin hjá heimaliðnum var í vanda.
Hetta var tó ikki orsakað av, at teir á heimaliðnum leiktu so væl, men heldur tí H71 ongantíð megnaði at seta verandi føroyameistararnar úr StÍF undir trýst.
Ferðin í dystinum gjørdist eisini har eftir, og tað var sera langt millum løturnar, tá strandingur sýndu, hví flestu hondbóltsáskoðarar meta, at hetta er liðið, sum leikar vakrasta hondbóltin í Føroyum.
Góð málmansavrik
Skulu nakrir leikarar verða tiknir fram um, tá tosað verður um avrikini á vøllinum, so mugu tað verða málmenninir.
At strandingar í Johan Danielsen hava ein av frægastu málverjum í landinum munnu tey flestu ivaleyst verða samd um, men á beinkinum hava teir so sanniliga eisini ein málverja, sum er verdur at leggja til merkis.
Fyrr í ár kom Pól Jákup Poulsen á vøllin móti kollfirðinum, og ta ferðina vendi hann einum hóttandi tapi, við tað at hann tó alt, sum mótstøðuliðið royndi at tveita eftir honum. Hesu ferðina hevði avrik hansara ikki sama avgerandi týdning, men eftir at Johan hevði fingið ein bólt í andlitið, og tískil noyddist út, var tað sum um málið varð gandað. Pól Jákup tók so at siga øll skotini, og var hann á henda hátt við til at tryggjað, at talan at enda gjørdist um ein trivaligan sigur til heimaliðið.
Í hinum endanum royndi Jens Skipagøta til fánýtis at halda hoyvíkingunum inni í dystinum, og hevði talan verið um annan málverja, hevði munurin á máltalvuni ivaleyst verið væl størri enn tey 7 málini, sum at enda vórðu á muni.
Róligt
Samanumtikið má sigast, at talan var um ein heldur róligan sunnudag fyri áskoðarar og leikarar inni á Skála. Komandi heimadyst fáa teir vitjan av Neistanum, og skulu strandingar vinna henda dystin, skulu teir ivaleyst finna annað spæl fram, enn tað teir sýndu sunnudagin.
Lítið er tó at ivast í, at strandingar fara at leika við heilt øðrum hugburði til ta tíð, tí tað er munur á, hvussu leikarar fyrireika seg til dyst móti ávíkavist topp- og botnliðum. Líka mikið um hetta er tilvitað ella ikki.
Hoyvíkingar skulu hinvegin taka annað skinn um bak, um teir skulu gera sær vónir um at takað nakað stig frá ovaru støddu liðunum. Vil heilt illa til, kann tað eisini enda við, at teir noyðast eina deild niður komandi ár, men hetta verður tó neyvan veruleikin tá avtornar.
Dysturin í tølum:
StÍF: John Petersen 9, Artur Johansen 6 (2), Marius Joensen 4, Karstin Danielsen 4, Bent Djurhuus 2, Alexandur Johansen 2, Jónleif Sólsker 2, Sveinbjørn Poulsen 1
H71: Halgir D. Olesen 10, Olaf Vestergaard 4 (2), Bárður Brimvík 3 (2), Allan Mørkøre 3, Jákup á Borg 3
Brotskøst: StÍF 2, H71 3
Útvísingar: H71 3
Dómarar: Dánial Hansen og Svenn Olsen