Minkingin í løntakaratalinum í fiskivinnuni við at verða av

Í juni 2009 vóru 25.222 løntakarar samanlagt, hetta eru 817 færri enn í juni 2008. Minkingin er góð 3%. Seinastu árini hava alsamt færri løntakarar verið í fiskivinnuni. Í 2002 vóru um 6.000 løntakarar í fiskivinnuni, nú eru um 4.300. Serliga seinasta árið, hevur afturgongdin í løntakaratalinum í fiskivinnuni verði stór, onkrar mánaðar yvir 10% samanborðið við sama mánaða árið fyri. Í juni eru bara 5% færri løntakarar í fiskivinnuni í mun til í juni 2008. Hetta kann vera ein ábending um, at nú fer ikki at minka stórt meira við løntakarum í fiskivinnuni.

Mannligir tannáringar størstu afturgongd

Av teimum 817 løntakarunum sum eru færri í juni í ár, eru nærum 90% mannfólk.

Tað er serliga í aldursbólkinum 16 til 19 ár at afturgongdin er. Í hesum aldursbólki eru nú 18% færri mannligir løntakarar. Tað er bara í aldursbólkinum 67 til 74 at fleiri mannfólk eru løntakarar.

Hjá konufólkunum sæst sama mynstur, tá talan er um tannáringar. 12% færri kvinnuligir tannáringar vóru løntakarar í juni í mun til sama tíðarskeið í fjør. Hinvegin, so eru fleiri konufólk løntakarar í hinum aldursbólkunum samlað sæð. Hetta er tó ikki nóg mikið at forða fyri, at eitt sindur færri konufólk eru løntakarar nú, skrivar Hagstova Føroya.