Minnast Freddie í Klaksvík

Í ár eru 70 ár síðani Freddie Mercury var føddur, og tað eru 25 ár síðani hann doyði.

 

Hóast hann fór á ungum árum, megnaði hann, sum forsangari í rokkbólkinum Queen, at gerast ein av heimsins bestu rocksangarum!  

 

Fyri at heiðra Mercury, verður konsert og frásøgn í Spaniastovu í annaðkvøld, mikukvøldið.

 

Tað verður Eyðun Ásason av Tvøroyri, sum hevur ein serligan tokka til Freddie Mercury, sum stendur á odda fyri bólkinum, sum fer at spæla og við sær hevur hann Mikkjal Hvannastein, sum spælir gittar, Jógvan Fróði Baldvinsson, sum spælir bass, og Rana Nolsøe, sum bæði spælir gittar og syngur.

 

Og saman fara tey at spæla nakrar av teimum nógvu kendu sangunum hjá Freddie Mercury.Á tiltakinum fer eisini frásøgumaðurin, Andras Sólstein, at hugleiða um forsangaran í Queen.