Høgni Hoydal
Nú vit brúka bert ein triðing av blokkstuðlinum fáa almannamál, heilsa, mentan og útbúgving nógv størri játtanir, enn tá vit brúktu allan blokkstuðulin.
Í 1990 fóru 55% av samlaðu útreiðslunum á fíggjarlógini til almannamál, heilsu, mentan og útbúgving.
Í 2001 fara 64% til hesi endimál.
Samstundis er eitt undirskot uppá 708 mió. vent til yvirskot uppá 600 mió.
Ein sera ótespilig propaganda sæst í bløðunum í løtuni. Serliga eru tað Sosialurin og Dimmalætting, sum í oddagreinum og lesarabrøvum leggja sitandi samgongu undir at raðfesta soleiðis, at okkara sjúku, eldru, veiku og okkara skúlaverk skulu gjalda fyri minkandi blokkstuðul.
Hetta er rætt og slætt ósatt. Hetta eru somu ósannindi, sum tá andstøðuflokkarnir leggja landsstýrið undir at seta vælferðina í vanda í fullveldinum.
Tað er hinvegin gott og kærkomið, at Dagur og Vika seta kikaran á støðuna á eldraøkinum. Neyvan er nøkur familja, ið ikki kennir stóra tørvin á ellis- og røktarøkinum.
Og allir politikarar eiga at vera fullgreiðir um, at nógv er eftir at loysa á almanna- heilsuøkinum og á skúlaøkinum. Men trupulleikarnir eru ikki skaptir nú. Hinvegin er farið undir miðvíst at loysa teir, og raðfestingarnar eru munandi meira sosialar, nú fullveldið verður veruleiki um stutta tíð.
Tað er tí beinleiðis óetiskt, nú nú javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin royna at sláa politiskt platt uppá ta truplu støðu, sum so nógvar familjur eru í. Og at teir royna at geva fullveldinum skyldina og siga meira blokkstuðul verða loysnina, er bara ófatiliga syrgiligt.
»Vælferðin« við donskum blokki
Javnaðarflokkurin sigur, at vit eru »enn ikki komin á 1990-støðið«. Hugsi tað var tá, at samfelagið skuldi fáast í rætt lag eftir 500 døgum. 500 dagar seinni vóru Føroyar farnar á heysin ? og vit rinda rokningina enn í dag og mong ár frameftir.
Javnaðarflokkurin sigur, at hann vil velja vælferð fram um loysingina. Men lat okkum hyggja at veruleikanum. Hvussu sá hetta 1990-støðið út, sum javnaðarflokkurin ynskir? Tá vit brúktu allan blokkstuðulin og enntá læntu milliardir afturat at brúka?
Helvtin av hvørji krónu í 1990
Sum sæst á hjáløgdu talvu, so raðfestu politikararnir í 1990 soleiðis, at knøpp 55% av samlaðu útreiðslunum fóru til almanna-, heilsumál, útbúgving og mentan.
Sama ár brúktu vit 408,5 mió. kr. í beinleiðis rakstrarstudningi til fiskivinnuna. Tað vóru 13,3% av rakstrinum hjá landskassanum ? meira enn vit brúktu uppá heilsumál.
Sostatt fór góð helvt av hvørjari krónu, sum Løgtingið játtaði í 1990, til okkara eldru, sjúku, veiku og til mentan og útbúgving fyri øll.
Tveir triðingar av hvørji krónu í 2001
Í 2001, eftir trý ár við fullveldispolitikki, brúkar landskassin knøpp 64% av samlaðu játtanunum til almannamál, heilsumál, útbúgving og gransking.
Sostatt fara nærum tveir triðingar av hvørjari krónu, sum løgtingið játtar, til okkara eldru, sjúku, veiku og til mentan, útbúgving og gransking.
Hvar fóru so pengarnir tá?
Í hesum hálovaða blokkstuðulsbúskapinum hjá andstøðuflokkunum fóru pengarnir altso yvirhøvur ikki til almannamál, heilsumál, útbúgving og mentan. Teir fóru til studning, veðhald og annað, sum tilsamans kom at kosta okkum 13 milliardir út gjøgnum vindeygað uppá 10 ár.
Ein kollvelting
Talan er um eina sanna kollvelting í raðfestingunum á fíggjarlógini. Og sostatt er tað beinleiðis ósatt, tá javnaðarflokkurin sigur, at fullveldissamgongan pínir tey eldru, veiku, sjúku og skúlan niður.
Støðan er júst øvugt.
Nústaðni fara føroyskir politikarar at raðfesta til eitt føroyskt vælferðarsamfelag. Tí vit taka ábyrgdina av tí. Samhaldsfesti og trygd liggja ikki í einum statskassa, men í okkara egnu virðum og avgerðum.
Vit hava brúkt 3 ár at fáa føroyska búskapin á eina trygga kós til fullveldi, og nú ber til at taka avgerðir og raðfesta tildømis ellis- og røktarheim, serforsorg og annað, sum stórur tørvur er á. Og nú ber til at gera haldgóðar skipanir, ið ikki rapla eftir 500 døgum.
1,3 mia. rætta vegin
Tann størsti munurin millum føroyska almenna landshúsarhaldið í dag og fyri tíggju árum síðani, er rakstrarúrslitið.
Føroyski búskapurin er tillagaður 1,3 mia. rætta vegin uppá 10 ár, sum sæst á talvuni yvir úrslitið hjá landskassanum.
Hetta eiga øll at fegnast um og verða stolt av, tí politikararnir eiga ikki æruna og heldur ikki sitandi samgonga. Heiðurin eiga øll tey sum starvast og trúgva uppá eina framtíð í hesum landi.
Bøtt, men nógv restar í
Nógv er bøtt, hóast vit enn ikki hava arbeitt okkum úr niðurpíningini undir heima stýrinum.
Vit kunnu tildømis hyggja at játtanunum til Landssjúkrahúsið, til serforsorg (brekað), til eldrarøkt og til fólkapensión.
Hvussu varð raðfest í 1997 eftir at javnaðarflokkurin í samgongu við sambandsflokkin hevði umsitið bæði fíggjarmál og almanna- og heilsumál.? Og hvussu var tað samanborið við 2001 eftir 3-ára fullveldissamgongu.
Økt játtan er ikki vælferð og trivnaður
Men hesi tølini og støðan á hesum økjum siga okkum eisini, at øktar játtanir eru ikki av sær sjálvum nøkur borgan fyri vælferð ella trivnaði.
Vit mugu gera væl neyvari langtíðarætlanir. Og har eru tað serliga ellis- og røktarheim og íbúðarviðurskiftini hjá brekaðum, ið mugu ovast á dagsskránna ? m.a. í samstarvi millum land og kommunur.
Hetta ber nústaðni til at gera nakað veruliga við nú, tí at búskaparpolitikkurin hevur verið so miðvísur.
Vit kunnu nú sum heild fáa trivnað, áræði og nógv størri samstarv at blóma í okkara almanna- og heilsuverki og í okkara útbúgvingum.
Ábyrgd skapar vælferð
Nú ræður um at halda rimmarfast við fullveldispolitikkin, so alt ikki verður oyðilagt og futtað av eftir 500 døgum. Tí tað er onki fyri. Og so skal aftur skerjast og niðurpínast fyri at fíggja heimastýrið.
Lat okkum halda okkum til veruleikan og ikki til ósanna propagandu frá andstøðuflokkum um, at trupulleikarnir eru skaptir undir fullveldisssamgonguni.
Niðurpíningin fór fram undir heimastýrinum við fullum blokkstuðli og uttanlandslánum ? og tað tekur drúgva tíð at byggja haldgóða skipanir upp, samstundis sum vit enn rinda rokningina fyri ábyrgdarloysið. Men nú eru raðfestingarnar greiðar.