Minni enn helmingurin fáa hjálp

Hjálpararbeiðið í Burma virkar ikki nóg væl, og tí fáa minni enn helmingurin hjálp, siga hjálparfelagsskapir Felagsskapirnir siga, at tað eru teir burmesisku myndugleikarnir, sum hava skyldina av, at hjálpararbeiðið ikki virkar, sum tað eigur.

Millum annað vil hernaðarstýrið ikki geva hjálparfólki neyðug loyvi, so tey kunnu hjálpa teimum neyðstøddu.

-Mong hava ikki fingið nakra veruliga hjálp enn, hóast fýra vikur eru farnar síðani melduródnina, sigur Sarah Ireland við Reuters. Hon er deildarstjóri í bretska hjálparfelagsskapinum Oxfam.

ST kærir seg eisini um, at hjálpararbeiðið virkar ikki nóg væl.