Minni fiskur seldur á uppboði nú enn fyrr

Tað verður eitt sindur minni partur seldur á uppboðssølu nú, enn tað varð fyrr, vísir ein uppgerð

Lutfalsliga verður minni fiskur seldur á uppboði nú, enn tað varð í fjør.

Hetta vísir ein uppgerð, sum landsstýrið hevur gjørt.

Uppgerðin er gjørd tí at Henrik Old, løgtingsmaður reisti ein fyrispurning í tinginum til fiskimálaráðharran, har hann vildi hava at vita, hvussu var við lutfallinum ímillum uppboðssølu og tað, sum varð avreitt beinleiðis til fiskakeypara.

Uppgerðin vísir, at higartil í ár er heldur minni fiskur seldur á uppiboði, enn tað var í fjør.

Í 1997 var heldur meiri selt á uppboði enn í 1996.

Men verður hugt at 1995, er talan um eina hampiliga minking

Henrik Old vildi í fyrsta lagi hava at vita, hvussu stórur partur av tí botnfiski, ið er avreiddur í Føroyum higartil í ár, er seldur á uppboðssølu?

Í øðrum lagi vildi hann hava at vita, hhvussu stórur er hesin partur í mun til tað, ið selt varð á uppboðssølu í 1997 og 1996?

Hann segði, at í mars mánaði í ár fall lógin um íløgustuðul endaliga burtur og sostatt eisini kravið um, at 30% av fiskinum skuldi seljast á uppboði.

Men hann vísti á, at tað eru fleiri av teimum smærru fiskavirkjunum, sum serliga sóu dagsins ljós undir og eftir kreppuna, ið eru nógv bundin at tí fiski, tey kunnu keypa á uppboðssølu Tí helt hann, at tað er áhugavert at fáa fram, um møguleikin hjá hesum virkjum at fáa hendur á fiski er broyttur, eftir at kravið um, at ein partur av fiskinum skal seljast á uppboðssølu, er burtur.


Ikki broytt munandi

Tað var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, sum svaraði spurninginum.

Hann vísti á, hvussu gongdin hevur verið seinastu árini, og hon hevur verið hendan:


1998 ( Frá 1/1. - 30/9.)

Uppboð:31.322 tons (37,2%)

Onnur søla:51.848 tons (62,3%)




1997

Uppboð:40.581 tons (40.8%)

Onnur søla: 58.977 tons (59,2 %)



1996

Uppboð: 33.866 tons (38,3%)

Onnur søla: 54.471 tons (61,7%)


Landsstýrismaðurin gjørdi vart við, at nøgdin, sum er nevnd undir "Uppboð", er samlaða nøgdin, sum er seld á telefon- og gólvuppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya og telefonsøluni hjá lønjavningargrunninum. "Onnur søla" er fiskur, sum er seldur beinleiðis frá skipi til virkir og fiskakeyparar í Føroyum.

Somuleiðis ger hann vart við, at landingar av sild, makreli og ídnaðarfiski, eru ikki tald við.

Jørgen Niclasen segði, at síðani kravið um, at 30% av fiskinum skuldi seljast á uppboði, er nøgdin av fiski, sum verður seld á uppboðssølu, er ikki broytt munandi.

Hinvegin kann nøgdin, sum fer á uppboðssølu frá teimum ymisku økjunum í Føroyum, verða ymisk nú, afturímóti teirri tíðini, tá ið hvørt skip seldi 30% á uppboðssølu.


Gongur tann vegin

Annars upplýsti Hans Pauli Strøm, at í 1995 vóru 45% seld á uppboði, og tá er enntá telefonuppboðssølan ikki tald við.

So afturímóti 1995 er munurin stórur og tað verður væl minni fiskur seldur á uppboði nú.