Triðja árið á rað var talið á flogførum, sum flúgva ígjøgnum tað íslendska eftirlitsøkið, oman fyri 100.000 í fjør. Talið var 101.504, men tað var eini átta prosent færri enn í 2008, tá 110.366 flogfør flugu ígjøgnum tað íslendska eftirlitsøkið. Við øðrum orðum vóru 278 flogfør í økinum í meðal um samdøgrið.
Morgunblaðið skrivar, at flogfør, sum flugu í rutu millum London og Los Angeles, vóru tey, sum vóru oftast í íslendska økinum.
Icelandair var tað flogfelagið, sum var best umboðað á eftirlitslistanum, og næst tí komu Lufthansa, British Airways og United Airlines.