Minni málingavirksemi hjá Sp/f Sri

Málingahandilin hjá Sp/f Sri hevði minni virksemi í 2013 enn árini frammanundan. Bruttovinningurin hjá felagnum gjørdist 0,8 milliónir krónur móti 1,7 milliónir krónur í 2012.

Málingahandilin hjá Sp/f Sri hevði minni virksemi í 2013 enn árini frammanundan. Bruttovinningurin hjá felagnum gjørdist 0,8 milliónir krónur  móti 1,7 milliónir krónur  í 2012.

 

Tað skrivar vinnuvitan.fo

 

Lønarkostnaðurin hjá felagnum var 0,8 milliónir krónur í 2013 móti 1 milliónir krónur  í 2012.

 

Av tí at bruttovinningurin var minni í 2013 enn í 2012, so gjørdist úrslitið verri, og úrslitið áðrenn skatt í 2013 gjørdist eitt hall uppá 0,5 milliónir krónur móti einum vinningi uppá 0,1 milliónir krónur  í 2012.

 

Sp/f Sri rekur málingahandil í Tórshavn og í Klaksvík. Handilin í Tórshavn byrjaði fyri gott 10 árum síðani, og í 2011 var málingahandil eisini latin upp í Klaksvík.

 

Tað er Sritharan S. Jacobsen sum eigur og rekur Sp/f Sri, har hann eisini er stjóri. Eginognin hjá felagnum er 0,5 milliónir krónur, og samlaðu aktivini eru 5,3 milliónir krónur

 

Sri er serliga kendur fyri at selja máling, ið heldur serliga væl til tað føroyska veðurlagið.

 

 

 

Kelda: vinnuvitan.fo