Týska stjórnin er nú komin við einum uppskoti, sum hevur til endamáls at seta meiri ferð á vinnulívið fyri at útvega fleiri arbeiðspláss. Eftir uppskotinum skal partafelagsskatturin minka úr 25 í 19 prosent, samstundis sum tað almenna skal brúka einar 15 milliardir krónur til ymsar íløgur. Skattalættin skal millum annað eggja fyritøkum til at gera íløgur í Týsklandi heldur enn at gera íløgur uttanlands.
Gerhard Schrøder, kanslari, sigur, at uppskotið fer at gera góðan mun, men andstøðan er als ikki samd við honum. Hon vil tvørturímóti vera við, at politikkurin hjá stjórnini fer at koyra Týskland út av eggini.
Fyrr í vikuni mælti Horst Køhler, forseti, stjórnini og andstøðuni til at arbeiða saman fyri at fáa týska búskapin aftur á føtur, og hann eggjaði teimum til at taka avgerðir, sum røkka fleiri ár fram í tíðina. Partarnir høvdu ein fund hósdagin, og hóast lítið og einki kom burturúr, samdust teir um at hitast aftur.