Aftur í øðrum ársfjórðingi var minni útgoldið í lønum enn ársfjóðringin fyri. Gongdin var tann sama, sum í fyrsta ársfjórðingi - ein afturgongd upp á 1,2% vísa árstíðarjavnaðu lønartølini frá Hagstovuni.
Í 2012 var framgongd hvønn ársfjórðing, og í fjórða ársfjórðingi vóru lønarútgjaldingarnar tær hægstu nakrantíð. Síðan hevur verið afturgongd og í øðrum ársfjórðingi 2013 vóru umleið 40 milliónir krónur minni útgoldnar enn seinasta ársfjórðingin í 2012.
Tá hugt verður eftir lønunum eftir vinnugrein, ber ikki til at árstíðarjavna, tí sveiggini í m.a. fiskivinnuni eru stór og óreglulig. Tá er frægasti hátturin at samanbera við sama tíðarskeið árið fyri.
Bæði innan fiskiskap og fiskavøruídna var stór afturgongd í ár, hýrurnar eru lækkaðar 22 milliónir krónur. Ein afturgongd upp á 6,5%, og lønirnar í fiskavøruídnaðinum eru lækkaðar heilar 26 milliónir krónur, ein afturgongd upp á 17,8%. Tilsamans er afturgongdin í fiskivinnuni nærum 50 milliónir krónur fyrra hálvár í ár samanborðið við fyrra hálvár 2012.
Fyrra hálvár var útgoldnar 12 milliónir meira enn fyrra hálvár í fjør. Alivinnan og flutningur annars høvdu stóra framgongd, eins og almenn fyrisiting, kommunur v.m. Her skal tó hugsast um, at í 2012 vóru námsfrøðingarnir í verkfalli, so tað er ein orsøk til at útreiðslurnar hjá tí almenna ikki vóru hægri í 2012.
Til ber at lesa meira um lønarútgjaldingarnar her