Í gjár og í dag hevur verið nakað av vindi, upp í hvassan vind part av tíðini. Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður hampuliga gott veður í morgin við lítlum vindi og turrveðri part av degnum.
DMI sigur, at í kvøld verða 10-15 m/s av suðri og landsynningi, út á náttina minkandi niður í 5-10 m/s av suðri og útsynningi. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.
Í morgin verða 5-10 m/s av suðri, minkandi niður í 2-6 m/s av eystri og seinni av landnyðringi. Í annaðkvøld 6-10 m/s av útnyðringi, út á náttina 4-7 m/s av vestri. Skýggjað og okkurt æl. Hitin um dagin verður millum 5 og 7 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.