Minningarhald fyri deyð børn

Fyrsti sunnudagur í november er, sum flest øllum kunnugt Alla halganna sunnudagur. Flestu kirkjur í Føroyum minnast hendan dagin tey fólk, sum doyðu í farna árinum.


Í fleiri ár hevur »Foräldreforeningen Plötslig Spädbarnsdød« í Svøríki nýtt hendan dagin til eitt felags minningarhald fyri teirra deyðu børn. Í 1994 tók »Landsforeningen Spædbarnsdød« í Danmark henda sið upp. Í ár vil »Felagið Pinkubarnadeyði« í Føroyum eisini taka siðin upp!

Hóast tað er Felagið Pinkubarnadeyði, sum stendur fyri minningarhaldinum, eru øll sum hava ug at minnast ein, ið er farin, vælkomin ? óansæð nær og í hvørjum sambandi viðkomandi er farin.

Minningarhaldið verður í Dómkirkjuni ? Havnar kirkju ? Alla halganna sunnudag 2. nov. kl. 16. Marjun Bæk, sóknarprestur, prædikar.

Minningarhaldið verður sum ein vanlig gudstænasta við altargongd. Tað verður eisini møguleiki hjá teimum, sum hava hug til tess, at tendra eitt ljós, fyri á henda hátt at minnast tann farna.

Kim Hansen fer at syngja vakra lagið »Tears in Heaven«, sum Eric Clapton skrivaði, tá ið hann misti son sín av eini vanlukku.

Eftir minningarhaldið eru øll vælkomin til ein kaffimunn og eitt prát í hølinum, har Felagið Pinkubarnadeyði vanliga heldur til: Jákupsstova, J. Paturssonargøta 24, Tórshavn.

Vónandi verður hetta ein vakur og afturvendandi siður, har øll kunnu minnast teirra deyðu.