Innanfyri 12 mánaðir hava vit mist Maritu og Kára Petersen, tvey fólk, sum vóru virkin á so mongum økjum, men á politiska vígvøllinum serliga gjørdu vart við seg.
Kára vegir og mínir runnu saman í 1954, tá hann eftir lokna studentaskúlagongd byrjaði løgfrøði lestur við Keypmannahavnar Universitet.
Vit lærdu skjótt hesa nýklaktu pisu at kenna sum eina sera livandi menniskju, sum tók lut í øllum føroyskum felagslívi, serliga í Studentafelagnum og í Føroyingafelag, har hann altíð var góður at vera saman við, góður vertskapsmaður sum hann var.
Tað var her, at undiritaði og Kári funnu út av, at politisku hugsjónir okkara gingu á sama borð.
Kári hevði eitt sterkt samfelagsligt medvit ? engagement tey siga ? og hann hevði holla vitan um hugsjónarlig grundsjónarmið og eina sterka rættvísiskenslu.
Tað var nokk avgerandi fyri, at hann valdi løgfrøðina, heldur enn at løgfrøðin skapti hansara politisku sannføring.
Men lesnaðurin bleiv so løgfrøði burturav, hóast tey, ið kendu hann, longu tá vóru varug við allar hinar streingirnar, hann kundi spæla uppá, ella útbúgva seg eftir. Hann var ein sera livandi menniskja ? og, sum tað eitur á modernaðum máli ? ein musisk menniskja, sum ikki smæddist at lata sítt kensluliga fjølbroytni koma til sjóndar.
Fulltrúa tíðina, sum er neyðug fyri at kunna virka sum sakførari, fekk hann sær í Keypmannahavn og eitt stutt skifti í Esbjerg, har Marita virkaði sum lærari, og seinast í sekstiárunum var hann so tilreiðar at fara heim at virka, sum jú oftast er málið hjá teim, ið útbúgva seg úti í heimi.
Hann fekk sær starv í landsumsitingini, sum tá framvegis var eftirbátur viðvíkjandi løgfrøðiligum førleika og vitan, og har munti hann væl, ikki einans tí ein av trimum/fýra er stórur brotpartur, men sanniliga eisini tí at førleikin hjá landsumsitingini mentist so munandi á mongum økjum. Hann hevði virkað umleið eitt ár í landsfyrisitingini, tá eg sjálvur í 1970 kom í Tinganes at arbeiða á politisku hálvuni.
Okkara samarbeiði, sum áður kanska kundi skírast »studentakent«, var nú uppafturtikið í einum umhvørvi, har talan var um raman álvara. Í Tinganesi snúði tað seg um at geva politiskum hugskotum, avgerðum og vilja frá løgtinginum og til løgtingið forsvarligar løgfrøðiligar karmar.
Í flokshøpi, sum í javnaðarlandsstjórnini og javnaðarfeløgunum snúði tað seg um at upplýsa, skipa fyri kjaki og sannføra og soleiðis geva politiskum hugskotum hold.
Sum eg nevndi í minningarorðunum um Maritu, var heim hennara og Kára og umhvørvi teirra ein savningardepil, har ætlanir vóru fostraðar, viðgjørdar og førdar í penn. Har stevnuskráir, arbeiðssetningar og samgonguskjøl komu upp at venda, og ikki minst, har vit, sum vóru vald í álitisstørv, kundu styrkja okkum av kjaki um veikleikar og styrki í teim ymsu politisku tættunum uppi vóru.
Summi speirekandi, onnur skemtandi í góðari meining, hava skýrt Kára chefideolog javnaðarfloksins. Hugsi ikki hann smæddist við hetta, tí hann var veruliga ein av okkara frægu arkitektum-skaparum.
Kári var soleiðis, saman við mær, við til allar samráðingar um øll tey samgonguskjøl, eg havi virkað eftir í mínum politiska lívi. Tí eigur hann sjálvsagt drúgvan part av teimum orðingum, har eru gjørdar.
Kári hevði sjáldan góð evni at leggja fram sera logiska og løgfrøðiliga sergreining, og serliga sannførandi tá hann aftaná sundurgreining tók samanum og lat okkum sína niðurstøðu ? konklusión.
Kári er helst tann løgfrøðisligi tulkarin, sum eina best hevur dugað at lagt mær juridiska tekstin út, bæði í arbeiði og privat, soleiðis, at eg nærum altíð mátti siga· »jú soleiðis má skrivaða lógargreinin vera at skilja«.
Saknaði hann tí almikið í gerandisdegnum, tá hann fór úr Tinganesi og stovnaði egið advokatvirki.
Nevndi musiska strongin í persónsmensku Kára, hann sóu vit meira og meira sum árini gingu. Hann nýtti nógva tíð til venjingar í violinspæli og hevði tí fastan sess í Føroya Symfoniorkestri og nú seinast tók hann tøk sum urguleikari í Kvívíkar kirkju og skilji eg, at honum líkti sera væl hesa uppgávu.
Leggja vit so afturat hvussu framúr hann tulkaði ymsar leiklutir á sjónleikarapalli, eru vit sannførd um, at eitt veruliga gávuríkt listafólk ikki longur er okkara ímillum.
Fari veruliga at sakna møguleikarnar fyri at søkja ráð frá Kára ella hugna mær saman við honum. Flokkurin missir ein íbirtara og framherja. Samfelagið gerst fátækari.
Eitt gott fólk í orðsins sanna týdningi hevur lagt árar inn.
Friður verið við honum og minninum um hann.
Atli P. Dam