Tað er ikki altíð nemt, at búgva uttanlands, tá øll familjan býr í Føroyum, tað kemur ein serligur longsul á ein, ein longsul eftir sínum kæru og tað er ei heldur altíð líka nemt at koma at vitja.
Tí gleddu vit okkum sera nógv, at koma at vitja abban. Vit høvdu nógvar góðar dagar saman og vit vóru við til, at hátíðarhalda gullbrúdleypið hjá abbum og ommuni, sum var 21. juli og tað eru vit so sera glað og takksom fyri.
Tú var dementur, men fólk sum ikki kendu teg líka væl sum vit, høvdu kanska sagt at tú ikki var sjúkur ella ikki tóktist at verða sjúkur, tí at tú varð altíð líka glaður og blíður at tosa við.
3 aug. bert 14 dagar eftir gullbrúdleypið valdi tú, at fara foldum frá, men vit droymdu ikki um at tín tíð longu varð komin.
Tú var og er ein lívsjáttandi og umsorganarfullur maður. Tú varð altíð glaður og sang altíð, man sá gleðina sum lýsti í eygu tínum, tá tú gleddist um okkurt og júst hesa gleðina hevði tú til øll tíni abbabørn og langabbadóttrina Heidi, sum tú var so ótrúliga góður við.
Tá ið eg var yngri, plagdi eg oftani at sova niðri hjá tykkum, av tí at tað var mest um summarið, fekk eg tí navni summargesturin og her eru nógv góð minnir at minnast aftur á. Abbasonurin Steintór búði hjá tykkum og tað dámdi tær sera væl og tú var so góður við hann. Tú upplivdi eisini at Steintór fekk skiparaprógvið í summar og tað var tú so fegin og stoltur um.
Tær dámdi ógvuliga væl at arga ommuna minnist eg og hetta flentu vit altíð eftir, men um tú ikki var heilt væl fyri onkran dag segði tú altíð:" Maria, ogur bæði hava havt eitt gott lív saman og je eri góður við teg, minst til tað".
Nú vit fara at nærkast móti jóltíðum, renna nógv minnir fram fyri mær, tá vit plagdu at hjálpa tær at pynta húsið, garðin og jólatræið, tað var so sera hugnaligt, tú var sum eitt barn á jólum.
Tá vit komu inná gátt hjá tær og ommuni og skuldu fara heim aftur, segði tú altíð:”Ring tá tú er komin niðan, so je veit at tú er komin heim í øllum góðum”.
20. sept. kom Kjartan í verðina og tú gleddi teg, at síggja títt næsta langabbabarn, men hetta náddi tú tíverri ikki, men tú hevði verið og er ótrúliga góður við hann.
Takk fyri alt abbin, takk fyri at tú hevur ríkað okkara lív hvønn einasta dag.
Saknurin er stórur, tú er í okkara tonkum hvønn einasta dag.
Hvíl í friði.
Góði abbi tú skal vita,
At ongin er sum tú á fold
Ì mínum hjarta pláss tú eigur
Til tey leggja meg í mold
------
Abbadótturin