Bert ein lítil heilsan til mína elskaðu mammu, sum nú, hon hevði fylt 84 ár, er farin foldum frá.
Tað er lætt at skriva nakað gott um mammu, tí hon var tann besta mamman ein kundi hugsað sær, var altíð klár tá ein hevði brúk fyri henni. Hon gjørdi ikki tað stóra burturúr sær sjálvari, men hevði sínar sterku meiningar um tingini í dagligdegnum og í samfelagnum sum heild. Hevði altíð tíð at lurta og hoyra tað ein hevði upp á hjarta og stuðlaði við tíð góða orðinum. Mamma hevði eina stóra vitan. Spurdi tú hana um okkurt, ja so hevði hon oftast lisið tað onkustaðni! Hugsi ofta hvussu hon hevði tíð at lesa so nógv, samstundis sum hon eisini seymaði klæðir, gjørdi mat sum fáur, tók ímóti gestum og alt møguligt annað í heiminum.
Pápi sum altíð var upp á fartin, bæði her heima, í Ìslandi, Englandi og í Danmark, hevði ein hollan stuðul í mammu. Arbeiðið hjá honum sum sjómannstrúboði var, umframt at boða gleðiboðskapin, eisini at vísa blíðskap og bjóða fólki inn á sjómansheimið. Her hevði mamma ein altavgerðandi leiklut. Oftani var øll familjan við á hesum ferðum, men vit fýra systkin vóru sera tøtt, so onkuntíð mátti onkur verða eftir heima. Eg veit at hetta nívdi mammu nógv, men gott var tá at hava góða familju og bygdafólk, ið traðkaðu til. Tað skulu tit hava stóra tøkk fyri.
Tað, sum serliga situr eftir frá hesi tíðini, er hvussu spennandi tað var at ferðast til onnur lond, serliga var tað Ìsland, har vit eisini gingu í skúla í periodum. Vit børn, sum komu frá eini lítlari bygd í Føroyum, fingu á henda hátt mangar upplivingar og fingu víðkað okkara sjónarring, og hevur tað eisini verið við at sett sín dám á okkum øll. Sjálvt um tað ofta var smátt við pengum, var tað altíð spennandi, tá tey komu aftur, og vit fingu sermerktar gávur, sum vóru øðrvísi enn hjá hinum. Spennandi var eisini, tá vit sjálvi vóru burtur og komu heimaftur at siga hinum børnunum í bygdini frá okkara upplivingum. Kann serliga minnast ta einu ferðina vit komu heim úr Reykjavík við hvør sínum gittara, sum vit sjálvi høvdu goldið fyri, við at ganga við avísum o.a. - vit vóru sera stolt. Eina aðru ferðina komu vit heimaftur úr Grimsby við eini “tandemsúkklu”, sum børnini stuttleikaðu sær óført við í bygdini.
Tey bestu minnini frá barnaárunum og uppeftir er tann tryggi basin, ein altíð hevði at koma aftur til, og familjan sum var sera tætt knýtt, og kærleikin frá foreldrunum sum var so stórur. Vit systkini eru enn tætt knýtt, sjálvt um vit hava búð langt frá hvørjum øðrum í periodum.
Verið góð við hvør annan, tí familjuna hevur tú altíð, meðan vinir og kenningar fara og koma! Hetta var tað foreldur okkara altíð søgdu við okkum, bæði sum børn og ikki minst eftir at vit vóru vaksin og sjálvi fingu børn. Sjálvt um foreldur okkara vóru sera ymisk, so vóru tey so serliga góð hvørt við annað. Hettar vístu tey eisini, heilt til tey vóru gomul og høvdu stóra umsorgan fyri hvør øðrum, líka til pápi bleiv sjúkur og doyði fyri nøkrum árum síðani.
Minnist nú við sorgblídni tær góðu løturnar vit høvdu saman við mammu tey seinastu 5 árini á Ellis- og Røktarheiminum. Tá ein kom á vitjan, føldi ein seg heima og kom eisini at verða góður við hini búfólkini og starvsfólkið. Má Harrin signa tykkum øll í tí góða arbeiði tit gera og taka tykkum so væl av teimum gomlu, sum eru á heiminum. Tað kann ikki sigast við nóg sterkum orðum, hvussu stóran týðning tað hevur at hava hendan møguleikan at lata okkara kæru foreldur í hendurnar á tykkum, tá tey blíva óhjálpin og veik.
Ærað verið minnið um mína kæru mammu, Amy Valentinu Olsen.
Oda