Minningarorð um elskaða beiggja mín

Dánjal Sjúrður Ennistíg. Føddur 10. juni 1956 · deyður 30. oktober 2005

Tung og óskiljandi vóru telefonboðini, eg fekk leygarnáttina 3. oktober,
tá Súsanna systir mín ringdi og segði at Dánjal, okkara elskaði bróðir, var
fluttur heim til Harran. Dánjal var fluttur heim í dýrdina og er ikki
ímillum okkum meira.

Alt steðgaði upp. So komu tankarnir, og spurningarnir. Hví? Hví?
Ja, síðst eg sá hann, var hann so livandi, og vísti seg at vera so frískur.
Men hansara dagar vóru taldir. Eg minnist hann, tá ið eg var lítil, og uppeftir. Hann var altíð so umhugsin um meg og sá so stórt í mær.

Dánjal var so sera, sera følsamur og ærukærur, hann elskaði síni nærmastu.
Hvønn dag og hvørt kvøld, kom hann inn hjá mammu og pápa, og vitaði
hvussu visti við. Tey lógu hansara hjarta so nær.

Hann gleddi seg til at mamma og pápi fóru at fylla 70 og 80 nærmasta dagin og hansara ynski var, at dagurin skuldi standa í hansara nýggju húsum.
Men Harrin vildi tað ikki so. Nei, ikki vardi tað okkum, at Harrin skuldi taka hann heim áðrenn. Hvønn dag tá Dánjal kom inn til mammu og pápa, so setti hann seg við orgli og spældi sangin:

Mær leingist til hitt blíða land, Harrin Jesus er, har sundur
støkk hvørt trælaband, sum bindur okkum her

Hann var so glaður um at vera fluttur í nýggj hús, og var so upplyftur, at hann, Marjun, Sólva og Magnus høvdu fingið føtur undir egið borð, ja Marjun, Sólva og Magnus vóru hansara eygnasteinar. Tey áttu eitt pláss innast í hansara hjarta.
Sum tað stendur í Bíbliuni: ongin veit á morgni, hvar hann á kvøldið gistir.
Babba tosaði við Marjun, konu Dánjal. Hann segði, tá Harrin sær at barn
sítt er troytt, so tekur hann tað heim til sín.

Vit, sum fylgdu Dánjal til hansara síðsta hvíldarstað, sóu hvussu nógv,
hann var avhildin. Ein stórur líkskari, segði honum seinasta farvæl.
Harrin tekur, Harrin gevur, Harrin tók Dánjal heim.
Góða Marjun, Sólva og Magnus. Má Harrin síggja til tykkum, og styðja
tykkum í tykkara stóra missi í hesi sváru tíð.

Við hesum fátøku orðum lýsi eg frið yvir elskaða beiggja mín Dánjal.
Hvíl í friði við Sálma 121.
Systir tín Jonitha