Minningarorð um Ernst Hansen, Toftir

f. 6. september 1931, d. 6. apríl 2007

Eftir svára sjúku hesi seinastu árini, doyði Ernst langafríggjadag. Ernst flutti heim til tann Harra og meistara, sum hann so trúliga hevði tænt frá ungum árum av. Ernst var ein sterkur maður bæði til likams og sálar. Sjálvt um hann hevði nógva pínu, og likam hansara so við og við viknaði, fylgdi hann væl við í tí, sum fyrifórst rundan um hann. Hann megnaði eisini at hava umsorgan fyri sínum kæru og trúarfeløgum sínum til tað seinasta.


Ernst hevði eitt sera virkið lív. Hann var virkin innan kommunalpolitik, sat í ymiskum almennum nevndum, var virkin í vinnulívi og ikki minst í kirkju og missiónsarbeiði. Hann var deknur í kirkjuni, til hann fyri sjúku mátti leggja frá sær. Í missiónshúsinum var hann formaður í meira enn tríati ár, til hann, í oktober seinasta ár, mátti leggja frá sær vegna sjúku. Eitt av hansara stóru hjartamálum var Blái Krossur, har hann var sera virkin og eisini sat í landsnevndini í rúma tíð.


Í arbeiðinum í missiónshúsinum og í kirkjuni, haðani eg sjálv best kenni Ernst, kann eg siga, at slíkan trúskap mótvegis arbeiðinum, eru tað ikki mong, sum hava. Eg kann minnast heilt frá barni av, hvussu væl hann dugdi at siga frá bíbliusøgu, tá ið hann hevði sunnudagsskúla. Eftir at eg eri vorðin vaksin, havi eg mangan hugsað um ta arbeiðsorku og tíð, hann hevur lagt fyrst í tað gamla missiónhúsið og síðan í at byggja tað nýggja húsið og fáa tað at bera til. Tað er eingin, ið ger honum tað eftir. Í øllum hesum hevur hann verið væl stuðlaður av konuni og børnunum. Hann var sera trúfastur at taka lut í teimum tiltøkum, sum vóru í missiónshúsinum. Hann hevði eisini sera góðar gávur at bera orðið fram. Í øllum hansara virki, var tað Gud, sum fekk æruna fyri alt.


Hann var góður við børnini og tey ungu. Honum dámdi so sera væl sang og fekk ongantíð nóg mikið av sangi. Til tað seinasta, livdi Ernst við í øllum, sum gekk fyri seg í meinigheitini, og hann royndi at koma á møti, sjálvt um orkan mangan var lítil.


Eftir at eg í 2001 varð biðin at koma í stýrið fyri missiónshúsið, hava vit havt eitt sera tætt samstarv, og kendi eg, at Ernst vísti mær álit og lurtaði eftir tí, eg hevði at siga.

Tað var sera týdningarmikið fyri Ernst, at leggja tann seinasta roknskapin fram fyri meinigheitini á ein virðiligan hátt. Hann kendi á sær, at hetta hevði skund, tí hann visti ikki, hvussu framtíðin kom at vera, sum hann sjálvur segði. Hann legði tí roknskapin fram eitt sunnukvøld fyrst í mars mánaði, og var hetta eisini tað seinasta kvøldið, hann var á møti.


Vit hava mist ein trúgvan, vísan og sterkan leiðara í meinigheit okkara. Tað er tómt, eftir at Ernst er farin, men tann sami Gud, sum Ernst trúði á, er eisini hjá okkum, sum eftir eru. Tað er mangt, sum kundi verið sagt, men eg vil við hesum fáu orðum, takka fyri alt tað, Ernst hevur givið mær og okkum, sum savnast í missiónshúsinum Tabor á Toftum.


Nú Ernst er fluttur til ein betri stað, er saknurin stórur hjá tykkum Kate, Maritu, Tummas, Kristu, Eyðun, Kaj Eli, svigarbørnum og barnabørnum. Jesus styrki tykkum og hjálpi tykkum í komandi tíð.


At enda vil eg minna okkum øll á orðið úr Hebrearabrævinum 13,7: ”Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guds orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir.”


Friður veri við minninum um Ernst Hansen.


Leila Højgaard