Eg var staddur í Keypmannahavn á Hvítusunnu, tá eg frætti at staðfest var, at góði vinur mín Kári Johannesen, var raktur av herviligari sjúku, men tað vardi meg ikki tá, at eg longu 31.08. skuldi fylgja honum til gravar.
Vit komu at kennast í 1978 og komu at hava tætt samstarv hvør við annan í eini 3-4 ár. Undirritaði hevði tá í nøkur ár starvast sum sølumaður fyri norsku verksmiðjuna Rapp, ið framleiðir spøl og aðra deksútgerð til fiskiskip. Umsíðir hevði tað eydnast at selja nøkur anlegg í Føroyum, og í 1978 vóru umleið 20 skip í Føroyum við hesi útgerð, tað serliga við hesi útgerð er, at nýttur verður hátrýst hydralikkur, og tørvurin á service og eykalutagoymslu gjørdist alt meira átrokandi.
Hjá mær sjálvum bar ikki til, sum frá leið, at røkja søluarbeiði og sigla samstundis, so tað var ein sjálvfylgja, at hann, sum røkti eykalutagoymslu og veitti allar tænastur, eisini fekk søluna um hendi.
Hann steðgaði tó ikki á, men fór víðari við sínum virksemi, og var, nú hann so brádliga mátti fara frá øllum, ánari og leiðari av einum av størstu og bestu virkjum í landinum.
Men vit høvdu eisini annað og størri virðir til felags, Kári var ein sannur og álvarsamur kristin, kanska segði hann tað ikki so tíðugt við orðum, men, at hann hevði tikið væl við læru av Honum, sum segði »Lærið av mær, tí eg eri eyðmjúkur og spakførur av hjarta«, merkti alt lív hansara. Tá vit av og á hittust hesi seinastu árini, nú hann var ein av fremstu vinnulívsmonnum í landinum, merktist als eingin broyting, hann var hin sami lítilætni, stillføri og vinsæli, sum altíð. Altíð til reiðar við eini hjálpandi hond, har ástóð, og aldri hoyrdi tú hann tosa eitt ilt orð við onnur rættvísur og reiðiligur í allari síni atferð. Tó, at nú hann hevði almikið um oyruni og 70 fólk í vinnu, nýtti hann tíð og orku at fara til Rumenia við hjálp til neyðstødd, har kom hansara gløgga vit og hjálpsama lyndi til sjóndar, og har veitti hann hollan stuðul sum hjálp til sjálvhjálp og var við til at fáa virki ígongd og keypti sjálvur framleiðsluna, sonn U-landshjálp, uttan hóvasták. Hann prógvaði á so mangan hátt, at hjá honum var kristindómur meir enn orð.
Vit eru mong, sum fara at sakna ein góðan vin og bróður, hann hevur við Guds hjálp megna at víst eitt fyridømi, sum tey, ið eftir liva og aftaná koma gera væl í at fylgja.
Hóast hann var lítillátin og aldri hevjaði seg sjálvan á nakran hátt, so verður í dag ásannað av øllum, at land okkara hevur mist eitt stórmenni á vinnuøkinum, verkini tala tíðiliga, og fyrimyndin lýsir bjørt.
Men svárastur verður saknurin fyri tykkum, ið stóðu honum nærmast, mátti Harrin styrkt og ugga tykkum í stóru sorg tykkara, tit hava ómetaliga mong og dýrabar minnir um ein sjálsama umsorgsfullan og elskandi húsfaðir. Tit eiga øll yftir Gud, eisini um at skilnaðurin erikki ævigur fyri tey, ið hava sett álit sítt á Harran Jesus. Tá øll aftur møtast, í dýrdini saman við Harranum, verður gleðin fullkomin og uttan enda.
Við hesum fátæku orðum ynski eg at lýsa frið og signing yvir minnið um góða vin mín Kára.
Absalon Absalonsen