Tann 16. januar gjørdust ein hin syrgiligasti dagurin í mínum lívið. Tað var dagurin, tá ið eg fekk boðini um at góði vinmaður mín Terji var deyður ? einans 35 ár.
Tað er heilt óskiljandi fyri meg at eitt menniskja so fylt av lívsgleði, so brádliga skuldi verða tikið frá ogun.
Bert eina viku frammanundan var eg inni á gólvinum og segði honum farvæl ? hann skuldi til Danmarkar aftur í vikuni og eg skuldi norðureftir til arbeiðis ? men at hetta skuldi vera seinastu ferð hendur ogra møttust, tað vardi ogun ikki.
Sum smádreingir knýttu ogur vinaband. Eitt vinaband, sum ongatíð slitnaði og sum eg eri sera takksamur fyri. Skúlaárini her í Sumba fylgdust ogur og frá teirri tíðini eru nógv góð og stuttlig minnir ? ogur spældu saman í streingjakórinum og orkestrinum, hvar ikki minni ríkar løtur vóru ? bygdu flakar og demningar í ánni og nýttu annars tað, sum barnaárini høvdu at bjóða ogun her suðuri. Ikki at gloyma kvøldini og næturnar ogur sótu heimi í kamarinum hjá tær, har stórur partur av ungdóminum ofta kom saman, og sum oftast út ímóti morgni endaði ogur við kaffi og rundstykkum áðrenn fari var til songar. Tað eru løtur, sum eg ongatíð gloymi og tær koma altíð at standa hjarta mínum nær.
Sum smádrongur gjørdust Terji áhugaður fyri tónleiki. Hann var nærlagdur og spældi bæði orgul og guitar sum fáur, og tá ið eyguni fóru at vikna og hann seinni gjørdist blindur, valdi hann at fara til Danmarkar á musikkháskúla.
Eftir hetta lærdi hann til klaverstemmara, sum síðani gjørdist yrki hansara.
Terji treivst væl í Danmark, men hvørji jól og hvørt summar leitaði hann heimaftur til Sumbiar, heim til barnaheimið sítt, familju og vinir, sum hann ongatíð gloymdi.
Tann 7. januar helt Terji 35-ára føðingardag. Tá, sum altíð, var hann í góðum lag, glaður um at so nógv fólk var komið at heilsa honum.
Hetta gjørdist seinasti føðingardagur hansara her í lívinum, og eg eri glaður fyri at eg eisini kundi uppliva tað kvøldið saman við honum - enn eitt gott minni.
Daniel Jacob og Harda! Takk fyri tær nógvu góðu løtur eg havi haft í heimi tygra saman við Terja. Takk fyri at eg altíð havi følt meg heima inni hjá tygun. Takk fyri at eg enn kenni meg vælkomnan og Guð signi tygun fyri tað. Tað verður ongatíð tað sama nú Terji ikki longur er ímillum ogun, men lívið má ganga víðari og eitt er víst, at nógv góð minni eiga ogur eftir Terja. Lat ogun minnast aftur á tey við gleði og tøkk. Tankar mínir leita aftur og aftur til tygra Daniel Jacob, Harda, Elna, Poul Johannes og børnini. Guð hjálpi tygun í stóru sorg tygra og sakni, og styrki tygun í komandi tíðum.
Við bert góðum minnum og hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minni um vinmann mín Terja Nielsen.
Guð vit biðja teg hann varða,
hjálp so okkum so vit læra
til at ganga tína leið ?
tá vár fótur snávar ei,
men vil finna vegin heim.
Aftur tá vit møta teim,
sum frá okkum mátti fara ?
møta tínum einglaskara.
Rúni