Tann 11. februar, hevði Hans Andreas kunnað havt 62 ára føðingardag; men soleiðis bleiv ikki.
Tíðliga í 2012 viknaði Hans Andreas nógv av lungnasjúku og longu 18 febr., varð hann tikin frá fold.
Vit, sum kendu Hans Andreas, koma altíð at minnast henda lívsglaða og hjartagóða persón.
Hans Andreas Hansen var ættaður úr Leirvík, men búleikaðist seinastu 20 árini í Esbjerg. Hóast hann hevði búð burturi leingi, var hann líka heimkærur til Leirvíkar og Føroyar yvirhøvur.
Hann var sonur Sannu og Ásbjørn Hansen úr Leirvík. Pápan misti hann longu sum smádrongur og vaks upp sum einkarsonur hjá mammuni Sannu, ið ikki giftist uppaftur. Hann royndi seg innan handilsvirki í Leirvík, har hann hevði handilin Leika í nøkur ár. Gávumildur var hann sum fáur og honum dámdi betri at geva burtur, heldur enn at fáa sær vinning.
Hans Andreas hevði streingjakórið í Leirvík í fleiri ár. Væl lá fyri hjá honum at syngja og spæla. Ikki so fá løg og yrktir sangir eru komnir frá hansara hond. Av bondum, ið útkomin eru, kunnu nevnast, “Skulu møtast í himli” og “Mítt barnaheim”, har eisini Eva, kona hansara og Ester Vatnhamar syngja við. T.d. seinna heitislagið kundi hoyrast í Kvøðuljómunum í útvarpinum í langt áramál. Í 2010 gav Hans Andreas út fløguna "Longsul" saman við øðrum føroyingum í Esbjerg, sum hann hevði gjørt tey flestu løgini til.
Hans Andreas hevði listarligar gávur og fór seinni at arbeiða við glasi, umframt at hann málaði føroyskar landslagsmálningar í olju. Hann hevði fleiri ferðir framsýningar í Danmark av glas-arbeiðum, og fyri fáum árum síðani í Ribarhúsið í Fuglafirði. Eisini her kom hansara stóra gávumildni til sjóndar: tíðum kundi hann koma á vitjan – og hava eitt listarverk við til gávus.
Hans Andreas giftist við Evu Højgaard, dóttir Fríðbjørg og Andreas Højgaard í Rituvík. Tey fingu børnini Ásbjørn og Fríðbjørg, ið bæði búgva niðri í Danmark. Nú tann 6. Januar, hevði hann verið blivin abbi fyri fyrstu ferð. Tað náddi hann ikki – men nakað stoltur og glaður hevði hann verið, um hann hevði nátt at uppliva, at dóttirin Fríðbjørg og svigarsonurin Rune fingu ein son. Tað eru mong sum hava sitið gott inni hjá Evu og Hans Andreasi. Honum dámdi sera væl at fáa vitjan og var altíð so serliga blíður. Tað er tí ógvuliga tómligt nú Hans Andreas ikki er millum okkum meira, serliga hjá tær góða Eva og tykkum Ásbjørn og Fríðbjørg við makum.
Vit eru mong, ið eru takksom fyri at hava kent eitt so gott menniskja, sum Hans Andreas. Friður verið við minni hansara.
-----
G & DP