18. desember er vanliga ein myrkur dagur á árinum. Bert fýra nætur frá at tað fer at ganga ímóti ljósari tíðum, sum vit øll jú gleða okkum til. Men hesin dagur stendur eftir í minni okkara sum ein sorgardagur. Hendan átjanda dagin í desember 2006, hendi tað, sum man vanliga heldur bert rakar onnur.
Ferðsluóhappið, sum hendi um 5 tíðina seinnapartin hendan dagin, og sum lítli Hjarnar var við í saman við foreldrum sínum og systur sínari, var so ógvusligt, at hetta kravdi lív hansara. Okkara lítli og elskaði Hjarnar Johannesen bleiv tikin frá okkum bert 4 ára gamal. Órímiligt, óskiljandi og so stutt undan jólum. Men Harrans vegir eru ikki okkara vegir, sigur halgabók, sum kann vera sera torfør at skilja í løtum sum henda.
Elskaði Hjarnar
Tað er ógvuliga svárt hjá okkum at skriva minningarorð um teg. Ógvuliga tungt kennist tað hjá okkum, at vit ikki kunnu gleðast saman við tær á tínum 5 ára føðingardegi í dag, 26. september. Vit sakna teg. Minnini um teg goyma vit í hjørtum okkara.
Í jólavikuni bleivst tú brádliga tikin frá okkum. Tað var tungt at fáa boðini, at tú ikki vart ímillum okkum longur. Tá tílíkt hendir, gerst alt annað líkamikið. Tað kenst, sum tíðin hon steðgar upp, sjálvt um hon onkursvegna tó gongur skjótt. Aftan á 9 mánaðir er saknurin enn líka stórur, og tú ert í okkara tonkum hvønn dag. Tú fylti so nógv í okkara lívi, vart ein so glaður og lívligur drongur.
Í august mánaði vóru tit og ferðaðust á Rhodos. Har svam tú dagin langan og væl dámdi tær eisini at flúgva. Hesin túrur var eitt satt upplivilsi hjá tær. At hetta skuldi vera tín seinasta feria vardi okkum ikki.
Væl dámdi tær at tekna og skriva, og nakað áðrenn tú bleivst 4 ár, lærdi tú teg at skriva 4 talið. Tú vart so upptikin av teimum, og tey vendu allar vegir. Væl dámdi tær eisini at baka, og dagin fyri vanlukkuna, bakaðu tú og mamma tín køkufigurar til jóla. Tú slapst eisini at pynta jólatræið í skúlanum fyrst í desembur, og tað vart tú so glaður fyri.
Jólini 2006 vóru sorgarbundin við nógvum tungum løtum og gráti. Tað er ikki lætt at finna gleðina fram, tá ið deyðin so brádliga í einari ”gleðistíð” krevur sítt.
Góðu tit. Kirstin,Sofus, Rókur og Ronja. Ógvuliga tung er henda sorg at bera, men tá á stendur fáa vit aðra styrki at koma víðari við. Jesu pápi styrki tykkum.
”Tann ið verður sum hetta lítla barnið,
eyðmjúkt og álitisfult, skal gerast tann
størsti í Himmiríkis ríki” Matt.18,4
Við hesum orðum vilja vit lýsa vit frið yvir minnini um okkara lítla fitta Hjarnar.
Omma, mostrar og mammubeiggjar