Aftaná ein seigan andróður í seinastuni legði Jógvan árarnar inn, móður og stillisliga fór hann burtur úr likaminum tann 19. juni, og kom í støð - í havn. Ein stórur skari fylgdi honum til gravar.
Mong kendu og høvdu tokka til henda fryntliga og fyrikomandi mannin á bilverkstaði hansara og hjá bileftirlitinum kring landið. Og mong vóru nøvnini millum tey nærmastu: Egga, Mamba, Omba ella bara Boyggi.
Lívið og fyrimyndir
83 ár er ein rættiliga høgur aldur. Men um lívið er stutt ella langt, so hongur hetta eftir: hvussu eydnaðist tað? So ymist er, hvussu lívið formar seg. Hvørjar fyrimyndir ein velur sær - ella sjálvur verður fyri onnur.
Tað fyrsta, ið børn minnast, er at verða fevnd og fjálgað av foreldrum og kanska eldri systkjum. Og so hvørt sum vitskan víðkast, vit vaksa og mennast, so tekur álvarin og ábyrgdin yvir.
Lívið er ongantíð bara svart/hvít at minnast aftur á. Og sum tíðin fer, hendir tað ein penan dag - ofta í tríatiárunum – at vit steðga á og spyrja:” Er helvtin longu farin?” Og ein vissa vaknar av álvara, at lívið hevur - so ella so - eitt mark, fær ein definitivan enda. Alt samalt. Ein erfaring sum mong komast við.
Ikki tí, lívið er ofta bæði vakurt og gott, og tíðum í náttúruni ein rættilig opinbering.
So ymisk vit eru
Og hvussu gott er tað ikki eitt nú at vera saman við teimum, sum tú heldur av, og sum draga somu línu sum tú. Hetta kæra netverkið.
Men, álvaratos, ein lívsroynd er tað hinvegin eisini, at tað ofta eru tey, ið tú so at siga - ikki upp á forhond - ert á bylgjulongd við, sum geva tær nakað annað at hugsa um -!?
Herfyri stóð ein samrøða í ”Jyllandsposten” við fyrrverandi politikaran og vísindamannin Preben Wilhjelm. Kendur maður í Danmark og nú fyrst í 70-unum og pensioneraður.
Preben Wilhjelm stovnaði SF saman við Aksel Larsen og var virdur langt út um floksmark. Fyrr var hann atomfysikari - og eftir politiska skeiðið - skrivaði hann eftir trimum árum eina phd. ritgerð í jura (!) – til frama fyri tey veikastu í samfelagnum.
Olympiski sigursskammilin
Blaðmaðurin spyr nú henda ” Grand old man” á vinstravonginum um hansara fyrimyndir. Preben - ið sigur seg vera ” fullkomiliga óreligiøsan” ( hvat hann so meinar við tað) - svarar soleiðis:
”Skuldi eg sett tríggjar persónar upp á tann olympiska skammilin, so hevði politikarin Viggo Hørup – hetta fyri hansara hvassa penn, hugburð og mót - staðið á skamli nr. 3. Á skammil nr. 2 hevði eg sett Karl Marx – at fingið eitt prát við hann í Kensington Garden – um teir teoriirnar, ið eydnaðust og ikki, og hvat hann helt um háttin: hvussu hansara hugsanir blivu brúktar og misbrúktar. Tað hevði eg givið nógv fyri.” (Hetta undrar okkum ikki).
Men á skamli nr.1 sigur Preben Wilhjelm:” Har verður tað Jesus, sum fær fyrstaplássið millum hetjurnar. Timburmanssonurin úr Nazaret er ringur at koma uttanum. Og fjallatalan er fantastisk.” (Eitt svar, sum kanska undrar onkran -)
Fjallatalan
Men hvat sigur so henda tala í Matt. kap. 5-7. Sum varð hildin í svárastu trongdartíð Ísraels - sperd við hatri og illvilja. Landið kúgað av fremmandum hervaldi og bundið niður av náðileysari lóg (eyga fyri eyga og tonn fyri tonn!). Ein standur sum ikki tykist at helma í - enn í dag - við alskyns illgerðum móti sakleysum. Og har orðið ”náði” tykist at vera eitt ókvæmisorð.
Fólkið har á leið – allir partar - krevja sokallað rættvísi, men sum táið av tornar kanska bara er eitt krav um sjálvsøkið sjálvrættvísi.
Men hvat sigur nú Menniskjasonurin á fjallinum. Hann sum tað stendur um: ”Lógin varð givin við Mósesi, men náðin og sannleikin er komin við Jesusi Kristi” (Jóh.ev. 1,17), og lat okkum tí bara lesa, hvat ið Matt. 5. byrjar við:
Táið Hann nú sá fólkið, fór Hann niðan á fjallið, og táið Hann hevði sett Seg, komu lærisveinar Hansara til Hansara.
2 Hann læt tá upp munnin, lærdi teir og segði:
3 "Sæl eru hini fátæku í anda; tí ríki Himmiríkis er teirra.
4 Sæl eru tey, sum syrgja; tí tey skulu verða troystað.
5 Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina.
6 Sæl eru tey, sum hungra og tysta eftir rættvísi; tí tey skulu verða mettað.
7 Sæl eru hini miskunnsomu; tí tey skulu finna miskunn.
8 Sæl eru hini hjartareinu; tí tey skulu síggja Gud.
9 Sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds.
10 Sæl eru tey, sum eru atsøkt fyri rættvísi skuld; tí ríki Himmiríkis er teirra.
11 Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína skuld.
Og síðani koma tey kendu, klassisku hugtøkini, sum ganga aftur á mannamunni og í bókmentum kring allan heim. Eitt nú hesi:
”Um salt jarðarinnar, ljós heimsins, søki ríki Guds fyrst, ein staður á fjalli fjalist ikki, um ikki at døma onnur, um flísina hjá hinum og bjálkan í egna eyga, hitt tronga portrið inn til lívið, ikki at tæna tveimum harrum og um ikki at byggja hús sítt á sand, men á hellubotn.”
Jógvan Sønrad var ein friðarmaður, ein sum fekk frið í lag, og kundi - eisini sambært hesum – kallast eitt Guds barn. Og tað var hann.
Men hvørjar fyrimyndir?
Ella varðar mundi Sønrad so hava á leiðini? Ber nú til at spyrja. Og millum hesar - bæði kvinnur og menn - sum hann ofta tók til var eitt nú: Jákup Heinesen, ommubeiggi hansara, (pápi Fischer Heinesen). Teir báðir plagdu at fylgjast í kirkju, Jógvan bar sálmabókina fyri hin gamla. Hesin ”Gamli Heynesen”, sum hann var nevndur, lærdi Jógvan nógv um ættir, rákið á luftini o.s.m.a.
Vóru teir á floti saman á Borðoyarvík og Heynesen fekk ein heldur lítlan smáfisk, so royndi hann altíð at fáa lív í hann aftur við at blása í hann ella leggja hann í kjølsvatnið, og ernaðist fiskurin, so slepti hann honum útaftur, og bað alt gott fylgja honum á leið.
Einaferð, táið teir báðir komu inn í kjallarin á Heygum, hevði onkur verið og stolið sekkin við øllum eplunum í. ”Tá lat í ommubeiggja”, segði Jógvan, ”Hatta var mín skyld, boyggi, eg havi froysta hann. Eg lat hurðina standa opna”.
Jógvan bleiv faðirleysur longu 11 ára gamal í fátækastu tíð, sum land okkara hevur verið í. Sanna sat einkja 39 ára gomul við 7 børnum. Jansy var 12, Mia 10, Bodil 9, síðani Noomi, Árni og Henny 4 ára gomul.
Pápi Jógvan, Richard í Gerðum, sum var í sama styrkiklassa sum eldri bróðirin: Sterki Jakku, doyði niðri av illkynjaðari sjúku bara 43 ára gamal í 1937.
Hetta var eitt slag, sum merkti Jógvan Sønrad fyri lívið - men sum eisini hinvegin - menti hann til at blíva tann maður, ið hann varð.
Bønarsvarið
Frá fyrsta degi, eftir at hann misti pápan, føldi Jógvan eina sterka ábyrgd yvir fyri mammuni og hinum systkinunum. (Frásøgnin niðanfyri stóð eisini í blaðnum”Sunnudagsskúlin” nr.38/1959, niðurskrivað av A.W. Sloan.)
Tað var ein fyrrapart, Jógvan var um 13 ár, táið hann forstóð á øllum brøgdum, at als einki var til matna í húsinum til dagin eftir. Og hetta nívdi hann niður allan dagin, tí hann fann ongan útveg. Móti kvøldi fór hann upp á kamarið, og sum tað stendur í Gomlu Paktini:” Tá bað eg til Gud Himmalsins” (Neh. 2,4). Og Jógvan bað Gud um hjálp.
Og ikki meir enn komin niður aftur av loftinum varnaðist hann, at ein lastbilur steðgar í túninum. Tá var tað Dávur í Gerðum, sum fylti upp í meir enn tvær fullar baljur av góðum fiski. Og glaður varð Jógvan og hini øll eisini.
Vit kunnu halda um hesa hending, hvat ið vit vilja, men hetta konkreta bønarsvarið fór ongantíð frá Jógvani. Hann hvíldi í hesum.
Djúpari spurningar -
Jógvani longdist eftir, at finna svar upp á lívsins og ævinleikans spurningar. Og hann fann tað, hann leitaði eftir. Konfirmatiónina talaði til hann, gekk í Emmaus, men sangurin frá útimøtunum í Vágstúni dró hann, og hann kom seinni at ganga í Salin (Betesda).
Kom upp í sangkórið, har ið skyldmenn hansara - hvør sína ætt - Theodor við Keldu og Jógvan Gerðalíð vóru tónaangevandi millum ungdómin tá. Og har kom hann at kenna Eileen (ella Dutt, sum vit nevna hana). Tey blivu góð, og tað við einum ómetaligum kærleika, sum hevur hildið nú í yvir 65 ár. Heilt til seinasta andadrátt. Vit vitstu altíð, at har ið annað av teimum var, har var hitt ikki langt burturi.
Talari
Eg havi av og á hoyrt Jógvan biðið borðbøn við hús. Men ongantíð hoyrt hann sagt nakað frá nøkrum talarstóli. Men hann hevur talað meiri enn mong, og tað við sínum stilla lívi.
Ein gjáarmaður (haldi eg tað var) kom einaferð til hann og segði:” Tað, sum tú segði á einari vakt eitt sjaskveðurskvøld undir Íslandi við ”Dragasundi”, tað fekk avgerðandi ávirkan á lív mítt!”
Eg spurdi, hvat ið hetta var, men segði Jógvan:” Nei, eg veit ikki, hvat ið tað var.”
Eitt sindur um grannalag
Hálvt í álvara og hálvt í spølni ber til at siga: hvør gleðist ikki yvir gott grannalag? Og Egga og Dutt høvdu bara góðar grannar. Og ert tú í iva, hvat hugtakið merkir, so far niðan á Kráargøtu 38 í Klaksvík.
Jógvan hevði sæð, at ung og eldri – fyri at stytta um leiðina á veg oman í býin - høvdu stríð av at klintra upp um stakittið hjá teimum. Jógvan tók (í fullari semju við Dutt) stakittið og hekkin burtur, sum har vóru. Og gjørdu eina smogu um tveir garðar, eitt eyka trin, og eina gøtu um stykkið, og hampaði og málaði aftur í aftur - so har bleiv gott at ganga til og frá hjá øllum, sum búðu omanfyri. Hetta er gott grannalag.
Onkur, sum hevur ferðast nógv um lond, og sum sá hesa gøtuna, helt fyri:” Hetta má helst vera eindømi í verðini!”
Umgongiligheitin sjálv
Men hvussu var Jógvan so at umgangast? Eg veit, at eg havi alla familjuni á Selheyggi aftan fyri meg, tá eg sigi: at hann var ein hendinga vinur, svágur og menniskja. Eitt vælsignilsi.
Altíð klárur at hjálpa og at taka eitt tak, um tey vóru tung, og sterkur sum bjørnin var hann allar dagar, og hetta ikki frá fremmandum. Hóast hann ongantíð gjørdi seg upp ella erpaði sær av tí. Tí soleiðis var hann.
Einaferð hevði hann ein møguleika, har hann kundi fáa ein fyrimun av onkrum í tí dagliga. Men so segði hann: ”Nei, eg havi umhugsað hatta og slept hasum - tí tað er best.” Táið eg so spurdi: hví? - tí at hann átti allan rættin, so var svarið hetta: ”Skriftstaðið, sum eg las í gjárskvøldi, var í Sálmi 94:
18 Táið eg hugsaði: "Nú ekur fótur mín!" - tá styðjaði náði Tín meg, HARRI!
19 Táið hjarta mítt var fult av óttafullum hugsanum, lívgaði troyst Tín sál mína.
Og hetta gav honum tann innvortis friðin, og so var tað alt í lagi og liðugt. Soleiðis var hann bara.
Vit kunnu vera samd um, at tað hevði ikki verið nógv stríð í heiminum, um øll vóru sum Jógvan Sønrad. Og øll tit, sum stóðu honum nær í hansara familju og okkara familju við, kenna til ta støðugu umsorgan, sum hann hevði fyri øllum. Hvørt einasta eitt, sum hann vitjaði, ringdi til og spurdi eftir. Hann var líka við øll. Og hann var líka góður við øll.
Soleiðis kendi eg Jógvan Sønrad, soleiðis var hann, og soleiðis fara vit at sakna hann.
Arnstein Niclasen