Minningarorð um Jóhannes Holm Jacobsen, Hvalba

f. 1924 - d. 2010

Tá ið eg seti meg niður at skriva nøkur orð um mín góða vin og bróðir í Harr­anum, sum nú er komin heim í teir ævigu bústaðir hjá Gudi, leita tankarnir aftur til farnar dagar. Vit komu at kennast vesturi á Zarepta fyri meira enn 30 árum síðan. Vit vóru leiðarar á barnaleg­unum hjá dreingjaholdunum fyrstu árini vit vóru saman. Síðan vóru yngri kreftir, sum tóku yvir og vit fóru í annað arbeiði.

Hannis var tann, sum bleiv náttar­vakt og gjørdi hann tað til lítar. Tað var eint og ruddiligt hjá okkum at koma upp um morgunin, uppvaksið var væl úr hondum greitt og borðið dekkað.

Tað arbeiði, eg fekk, var at vera køksmaður fyri tað mesta í grov­køk­inum, vaska grýtur, kóka epli og hjálpa køkskonunum við døgurð­anum og ymiskt annað, sum har til hoyrdi.

Hannis og eg vóru saman á hvørjum sumri hesi árini. Tað var ein andaliga góð tíð fyri okkum at vera saman á Zarepta. Man kom at kenna nógv fólk og samfelagið var gott. Um kvøldarnar, tá ið mesta rokið var av, kundu vit seta okkum at syngja saman við øllum køks­fólk­unum. Hanni svar góður for­sang­ari, hann dugdi tey flestu løgini í G.F.S. Sangbók. Tað kom eisini fyri, at vit vóru saman um veturin og hildu vakt í húsinum.

Hannis vitjaði onkuntíð norður til okkara, tá ið samfelagsmøti var í Betesda, og eg vitjaði suðureftir, tá møti vóru har suðuri. Annars tosaðu vit saman í telefon. Hannis var óførur at ringja og ofta kom prátið at verða um Zarepta. Hann hevði eitt stórt hjarta­lag fyri Zarepta. Seinast, vit tosaðu saman, var tveir dagar áðrenn hann fór frá hesari fólk. Tá var hann veikur á málin­um, men skilagóður sum altíð.

Eg fari at enda hesi minningarorð við sanginum, sum Hannisi dámdi so væl og vit mangan sungu:


Tá ið endar mítt stríð

og útrunnin mín tíð,

skal eg náa ta himmalsku strond,

Jesus eyga mítt sær

og tá vísir Hann mær

naglamerkini í síni hond.


Niðurlag:

Eg skal ganga til lívsvatnsins strendur

hoyra pálmanna friðsæla sús

eingin synd eingin sorg

er í himmalsins borg

men bert songur sum havsbylgjubrús.


Ferðin endar ei her

men til Himmals tað ber

til tað heimland, sum Jesus mær vann,

vinir hitti eg har

sum her skiltust frá mær,

gævi skjótt at tann stundin upprann.


Á ver tolin og bið

tí Guds himmalska frið

skal hin trúfasti fáa í løn

Tann ið krossin her ber

lívsins krúnu har fær

á Guds barn ver tí vakið í bøn.


Ein heilsan til tykkum, sum stóðu Hannisi nær, Dávur og Jóna við familjum. Vit vita at tað er ein saknur, tá ein av okkara kæru verður tikin burtur. Vit syrgja ikki sum hini, sum onga vón eiga, 1. Tessalonikabræv 4. kapitul og 13. ørindi.

-------------

Richard og Apolonia