Vágin blikaði, meðan eitt várlot andaði inn eftir Borðoyarvík, nú ið Jákup Sólstein varð borin út úr Kristianskirkjuni mikudagin. Fyrsti góði várdagur var komin, taraskógin kom undan á Borðoyavík - av fyrsta hátrýstinum yvir oyggjarnar í langar tíðir - og líkasum heilsaði Jákupi, nú hann á sístu ferð síni út í Grøv segði Klaksvíkini farvæl. –
Kom at kenna Jákup í sjeytiárunum, tá vit plagdu at møtast til ymiskar fiskivinnufundir í Havn. Annars kom eg at kenna Palla Sólstein, pápa Jákup, longu í 1950unum, tá eg plagdi at sleppa við pápa ella øðrum inn til Klaksvíkar at avreiða hýsu. Fryntligir menn at møta, hann og beiggi hansara.
At koma inn á Stengurnar í teimum døgum var eitt upplivilsi fyri ein ungan drong hvørja ferð. Har ýddi við lívi. Kaiin lá avtakin við fiski, meðan Grunningur, Dragasund og Poppy lógu og tóku ímóti fiski til bretska marknaðin. Útróðrarmenn stóðu í skúrinum umborð og egndu til næstu setu, og dunkini av Alpha motorum hoyrdust runt vánna, ja, tá var gaman at liva.
Í hesum umhvørvinum vaks Jákup upp. Ei undur í at hann seinni í lívinum kom at virka innan hetta økið í eitt heilt mannaminni við sera stórum áhuga og hegni.
Sjáldan havi eg hoyrt so mangar mansrøddir syngja, sum hendan dagin í Christianskirkjuni, tá íð Jákup varð borin út, nú so nógvir menn vóru komnir til jarðarferðina. Tað rungaði í millum Háfjall og Kjøl, tá sungin varð sangurin hjá Mikkjali á Ryggi, har eitt av versunum sigur: Tú fylgdi mær við tíni verjandi hond, tá smápiltar leiktu um hamrar og strond, tá lívið var burtur, um fótur vár gleið, tú studdi os væl, so vit snávaðu ei.
Og síðani hornblásturin, Amazing grace “Á náði rík og dýrabar” fylti alt hválvið í kirkjuni.
Jákup og eg komu at sita saman í nevnd í Reiðarafelagnum og í øðrum feløgum í mong ár. Jákup var hollur í ráðum og kendi væl til skiparakstur og til tað, sum rørdi seg innan hetta økið millum feløg og manningar. Hetta var ein serstøk tíð at minnast aftur á, nú Jákup og so at siga allir teir, sum tá sótu í hesum ymisku nevndum, eru farnir undir grønutorvu, og nýtt ættarlið hevur tikið við.
Ætli ikki í hesum høpi at skriva nakað um alt tað, sum vit upplivdu saman á hesum øki, í góðum tíðum og í vónloysis tíðum, sum t.d. 92- 94, tá fiskivinnan og harvið alt landið lá í andaleypi, meðan ravnar gorraðu í homrum, fyri síðani aftur at verða við til at uppliva eina rúkandi uppgongd í fiskivinnuni og øllum samfelagnum. Jákup, eg vil takka tær fyri tíðina sum nú bert er minnir.
Góða Borgarhjørt og synir við familju, Alex og Fía við familju.
Nú ið mjúkir várvindar aftur anda inn eftir Borðoyarvík, har sum Jákup fekk mangt kóki, so minnir vaknandi vár okkum á tað æviga, sum ongantíð doyr.
Latið hetta verða uggi tykkara á komandi døgum. Harrin styrki tykkum í sorgini og sakninum, nú ið Jákup er farin.
Russiski rithøvundurin Tolstoy skrivaði “Lívið er ein dreymur, og tá eg doyggji, tá vakni eg”
Ærað veri minnið um Jákup Sólstein.
----
Osmund Justinussen
N.B, Hendan heilsan er eisini frá núverandi nevnd í Føroya reiðarafelag