Men vit vita so lítið, vit menniskju. Havi altíð vitað, hvør tú var, men ikki fyrr enn hetta seinasta hálva árið lærdi eg teg rættuliga at kenna, og tað eri eg glaður og takksamur fyri, tí tú lærdi meg so ómetaliga nógv.
Tú hevði eina so ringa sjúku at stríðast við, eina sjúku, sum menniskju enn á døgum hava so ilt við at skilja og góðtaka, hóast hugburðurin í dag sera ofta tykist benda á, at vit vita so nógv og skilja nærum alt.
Hjartailska, lungnabruni, liðagikt og fyri so vítt eitt brotið bein o.s.fr., eru sjúkur, ið verða góðtiknar uttan nakað, og Gud havi lov, at vit hóast alt eru komin so frægt ávegis. Tí tað er ikki so langt síðan, at menniskju, ið veruliga høvdu likamligar sjúkur, frá samborgarum sínum fingu sjúkueyðkennið: Dovinskapur ella leti.
Jan, mær dámdi væl at koma inn í títt hugnaliga heim. Tú hevði so nógvar og góðar gávur, tú visti so nógv at siga frá, bæði frá gamlari og nýggjari tíð, og eg skilti, at tú hevði lisið nógv. Síggi og hoyri teg fyri mær, har tú situr í stovuni og lesur úr aldargomlum bókum, og so kundi tú tríva í eina vísu ella ein vakran sang. Jú Jan, hesi, og mong onnur minni, eru góð og gevandi at hava, nú tú so brádliga fór frá okkum, einans 37 ára gamal.
Tær ætlanir vit høvdu, nú brátt fer at vára, verða av ongum. Men hvør veit, møguliga kunna tær fremjast, uttan at tú ert við, og tá veit eg, at tú fert at smíla og blinkstra niður til okkara.
Henda dagin, tú vart borin til gravar, var bæði kalt og illfýsið. Í mínum stilla sinni setti eg hetta í samband við, hvussu køld og illfýsin vit menniskju kunnu vera, tí vit ikki vita og skilja, hvussu ringar slíkar sjúkur eru at hava.
Góði Jan, tøkk fyri, at tú lærdi meg meiri vitan, so eisini eg verði betur førur fyri at skilja.
Hvíl í friði, góði vinur.
S. O.