Minningarorð um Kalle Soll

Minningarorð um okkara elskaða pápa, verpápa og abba

Kalle Soll
Sørvágur
f. 1. august 1951 ? d.. 27. novembur 2004

Sov nú barn, tú vaknar brátt,
har ið lívsins blómur anga,
var enn tung tær síðsta nátt,
millum rósur skalt tú ganga.
Jesupápi leiðir teg,
gakk tú trygt um deyðans veg.

Tú hevur livað eitt hart og stríggi lív, har ódnir hava um teg leikað. Men nú er alt tað komið at enda og tú hevur fingið frið. Vit gleðast saman við tær, at tú nú ein Guðseingil er, og at tú nú ert komin heim, heim til øll okkara kæru, sum vit mistu her. Tú og mamma eru aftur saman, og tit pínast og stríðast ei longur, men gleðast og frøast saman.
Tað er tungt og tómt eftir her hjá okkum, nú tú ert farin, men minnini eru rík og góð. Tú vart eitt fantastiskt menniskja, sum altíð hugsaði um tíni medmenniskju. Altíð vart tú positivur og smílandi, og altíð komst tú við einum uggandi orði á vegnum. Sjálvt um sjúkan píndi teg og tyngdi tín dagligdag, so var tað altíð tú, sum uggaði okkum; tað gongur nokk, babba skal nokk klára hetta! Tað var eisini hetta unga og góða sinni, sum gav tær tað dirvið tú hevði. Tú hevði eitt fantastiskt mót, sum helt tær uppi og styrkti teg, so at tú megnaði at berjast so leingi ímóti sjúkuni.
Tá tú fekst at vita tína lagnustøðu í februar 2003; at tú ikki kundi gerast frískur, men bert ein royndarviðgerð evt. kundi leingja tína livutíð, var tað fyrsta tú segði:. Um tað kann hjálpa mær og øðrum, so vil eg gera mítt besta" Hetta vísir bara hvussu gott menniskja tú vart, tú tókst altíð øll onnur fram um teg sjálvan. ? tað vísti tú so væl tær síðstu vikurnar á sjúkrahúsinum, har títt lív var alt annað enn dansur á rósum, men tað fyrsta, sum rann tær í hug, tá tær tørvaði hjálp var, at tað var so strævið hjá beiggja, mær og sjúkrasystunum, at skulu noyðast at stríðast fyri teg. Hesin lítillátin maðurin, sum tørvaði hjálp, vildi ikki liggja til last fyri onnur; og tað vart tú ongantíð! Tú vart tað lættasta og takksamasta menniskja at hjálpa. Vit vildu bara havt kunnað gjørt meir fyri teg, og høvdu vit megnað at hjálpt tær meir, høvdu vit gjørt tað. Men tað var einki, vit kundu gera, uttan at vera hjá tær og vísa tær okkara kærleika og takksemi. Vit kunnu aldrin siga tær ella vísa tær kærleika og takksemi nokk fyri alt tað, tú vart fyri okkum og okkara.
Tað var ein stutt og stokkut løta vit høvdu teg og mammu her hjá okkum. At tit skuldu verða tikin frá okkum, ávíkavist 53 og 54 ára gomul, droymdi eingin um, men vit eru takksom fyri tað tíð, vit fingu saman. Kanska hon var stutt, men rík og góð, tað var hon.
Vit hava nógv góð minni eftir teg! Tann tryggleiki og kærleiki tú gavst okkum, koma vit at liva leingi uppá. Og okkara børn vilja altíð koma at kenna sín elskaða Kall-abba. Ja abbabørnini hevði tú nógva gleði av, og tey av tær. Tú dugdi og tímdi sera væl við børnum, og tí dámdu øll børn teg so væl.
Niels og Karl dámdu væl at hjálpa Kall-abba at rudda og pynta uttanfyri, og tað sá man væl á tínum vakra blómandi urtagarði. Nainu Jórun vart tú so góður við, og tú vart eisini raskur at sita dadda hjá henni. Og tá hon sá Kall-abba, smíltist hon um alt fimmoyrað av gleði.
Ja, vit øll fáa eitt smíl á varrarnar, tá ið vit hugsa um teg; tí tú ríkaði okkara dagligdag, og tú vart eitt fantastiskt mennniskja, sum orð ikki kunnu lýsa. Tú skuldi upplivast!
Vit vilja siga tær takk fyri alt, tú vart fyri okkum. Takk fyri tín kærleika og tryggleika. Takk fyri títt stríð og strev. Og takk fyri alt tú hevur víst og lært okkum.
-Vit síggjast aftur ein dag.

Sov nú barn í Harrans hond
hvíl teg undir grønum flagi
tað er vánt á hesi strond
sótt og kuldi eiga ræði,
her er ótti, sorg og frykt,
men í Harrans hond er trygt.

Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara elskaða pápa, verpápa og abba.

John-Heri og Annika
V/familiu