Tað kennist enn óveruligt at skriva minningarorð um teg, omma, sjálvt um tað nú er meira enn hálvt ár síðan tú andaðist eftir stutta sjúkralegu.
Vit vistu at sjúkan var álvarslig, men at tað skuldi ganga so skjótt, hevði eg ikki droymt um, tí tú var altíð so full av lívi, fólk høvdu ofta ringt við at trúgva, at tú var omma okkara, tí tú var alt annað enn gamaldags.
Tú var altíð líka røsk, tú arbeiddi jú líka inntil tú bleiv sjúk og tá hevði tú heldur ikki hug at gevast at arbeiða, men tað var skjótt, at tú ikki orkaði at halda fram at arbeiða.
Vit høvdu nógvar góðar løtur saman. T.d. ta tíðina, eg arbeiddi hjá Otto saman við tær vóru mangar stuttligar løtur, og tað eru nokk ikki nógv, sum hava arbeitt saman við ommu síni.
Tað árið vit báðar vóru á Mallorca vóru tað nógv, sum spurdu, um eg tímdi at ferðast suður eftir við ommu míni. So mátti eg siga sum var, at tú var ikki sum aðrar ommur, og rætt var tað, tí vit høvdu ein veldugan túr, sum eg altíð fari at minnast.
Tað stendur eitt stórt tómrúm eftir teg og tað kennist løgið, at tú ikki er til staðar, tá føðingardagar o.a. eru.
Men nú ert tú aftur saman við abba, sum hevði so nógv at siga fyri teg og sum heilt sikkurt hevur manglað við tína síðu tey seinastu 10 árini. Tit høvdu bæði uppiborið at fingið longri tíð á fold, men so skuldi tað ikki verða, men nú eru tit so saman aftur.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um ommu mína, Kammu Debess. Takk fyri alt.
Kára