Hann var mittastur av trimum brøðrum. Sigurd, tann eldsti fór fyri fáum árum síðani, og nú Poul Martin. Hjalmar er enn virkin sum góðskumetari, hóast hann er farin um pensjónsaldur.
Hanna og Poul Martin fingu 5 børn: Arnhold á Oyri, Hilmar á Skála, Malena í Danmark, Elibert í Fuglafirði og Erling, sum býr í Canada. Hesi eru øll væl undankomin og hava givið honum abba- og langabbabørn, sum nú vóru hansara gleði.
Poul Martin var sjómaður í ungum árum, og tá íð hann legðist uppi, varð hann vrakari og vrakieftirlitsmaður. Men hann var virkin á so mongum økjum. Hann var røktingarmaður, átti seyð sjálvur, og sporini vóru sum sagt løtt til fyri stuttum.
Íðin kirkjumaður var hann og deknur í eini 25 ár. Nærlagdur og altíð væl fyrireikaður. Eisini var hann trúgvur missiónsmaður.Hann livdi og andaði fyri missiónshúsinum; fyrireikaði tiltøk og helt andaktir. Hann legði nógva orku í, tá ið Thabor varð víðkað og umbygt til tað rúmliga og prýðiliga hús, tað nú er. Hóast Poul Martin ikki hevði bókliga útbúgving, var hann ein belisin og vitandi maður og hevði lættan penn.Tað vitna allar greinarnar, hann sendi ?Trúboðanum?, um. Eisini hevði hann aktuellar greinar í bløðunum og luttók millum annað í eini størri ritgerðarkapping um torvskúrð, sum fróðskaparsetrið skipaði fyri.
Eg hevði ta gleði at hava Poul Martin millum kvøldskúlanæmingarnar í fleiri ár saman við Linu Johannesen, Kristinu Toftegaard og Theodor Johannesen, sum øll eru farin í Harrans hendur og so mong onnur. Klók og upplýst fólk. Meðan hendurnar livdu kvikliga, gekk prátið, ofta á høgum, nærmast filosofiskum støði. Ríkar løtur at minnast.
Poul Martin var hugsjónarmaður og var drívmegin, tá íð Keypsamtøkan í Fuglafirði var stovnað, og hann sat sum nevndarformaður har í mong ár og var eisini nevndarlimur og formaður í Føroya Keypsamtøku eitt skifti. Hann sat eisini í Sjúkrakassanum í Fuglafirði og nevndarlimur í meginfelagnum.
Alt sítt lív var Poul Martin sannførdur Javnaðarmaður, og tað dulgdi hann ikki fyri. Hann visti at siga frá teirri tíðini, tá ið tað kundi kostað starvið ella tjansin, vart tú limur í Javnaðarflokkinum. Tí var hann eisini við til at stovna Eysturoyar Javnaðarfelag. Hann var eitt prýði fyri flokkin og ein fyrimynd. Tú føldi teg á rættari leið, vart tú samdur við Poul Martin. Hann var ein moralskur stuðul. Seinastu ferð hann var millum partamenn, var á landsfundi fyri hálvum øðrum ári síðani. Tá høvðu Poul Martin og Thorkil Beder leitað sær til Havnar, har teir fingu eitt hugnaligt prát við statsministaran Poul Nyrup Rasmussen.
Men fyrst og fremst var hann tann góði familjufaðirin, tann góði bygdarmaðurin og tann góði føroyingurin. Reiðiligur og heiðurligur. Poul Martin, sum øll høvdu virðing fyri og vóru góð við.
Tann óvanliga stóri skari til jarðarferðina við syrgjandi og samhugaðum úr øllum landinum vitnaði um ein høgt virdan mann, ið var borin til hvíldar.
Í samhuga við Honnu, børnunum og øllum hansara lýsa vit frið og signing yvir minnið um Poul Martin Joensen.
Dan R. Petersen