Mikukvøldið 4. mai andaðist Ragnhild einans 52 ára gomul. Eftir hana sita maður, børn, tvey ommubørn, mamma og systkin. Og eftir standa vit øll spyrjandi.
Spyrjandi um, hví ein kvinna, sum elskaði lívið saman við sínum kæru og sítt heim so høgt, ikki skuldi unnast longri tíð í kærleika og samljóði at hjúkla um tað, ið henni var dýrast.
Spurningurin verður hangandi eftir hjá okkum, tí svarið er ov stórt til tann avmarkaða, partabýtta heimin, vit liva eftir í. Sum tað so vakurt var lisið upp við jarðarferðina:
Tí at vit skyna í pørtum, og vit profetera í pørtum. Men tá ið hitt fullkomna kemur, tá skal tað fáa enda, sum er í pørtum. Tá ið eg var barn, talaði eg eins og barn, hugsaði eg eins og barn, dømdi eg eins og barn; men síðan eg eri vorðin maður, havi eg lagt barnaskapin av. Tí at nú síggja vit í spegili, í gátu; men tá skulu vit síggja andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur.
Fyri knapt tveimum árum síðani, tá summarið stóð í besta blóma, fekk Ragnhild at vita, at hon hevði fingið krabbamein at stríðast við. Boð, sum altíð eru ein lemjandi smeitur fyri tað húski ella einstakling, tey raka, eins og tey, ið rundan um eru. Men Ragnhild valdi at líta at møguleikanum heldur enn hóttafallinum, og bar við tign og virðing sín tunga lut, ikki at vita, um viðgerðin fór at røkka ella støkka. Henda lutin bóru tit, familjan, so fyrimyndarliga saman við henni. Mangan hevði hon á munni, hvussu stóran stuðul hon fekk frá manni, mammu, børnum og systkjum.
Ragnhild var eitt menniskja, sum hóast hon hevði sínar meiningar, fór stillisliga um. Hon legði dent á, at gera tað væl, ið hon gjørdi, og var sjáldsama røkin við øllum, sum fór gjøgnum hendur hennara. Hon hevði eisini eginleikan, at vera líka við øll, og hennara smittandi látur og blíða lyndi fingu fólk at kenna seg væl saman við henni.
Nógvar hava hugnaligu løturnar verið í Turiðargøtu, og í teimum lá Ragnhildsa partur ikki eftir.
Tú skuldi ikki kenna Ragnhild leingi, áðrenn tú varnaðist, at heimið og hennara kæru vóru hennara eitt og alt. Hesi seinastu trý árini upplivdi hon ta gleði at gerast omma at Smillu og Noam, sum vóru hennara lítlu eygnasteinar.
Summarið er nú á gáttini. Henda árstíðin, tá vit vóru von at síggja Ragnhild ganga og hjúkla um vakra urtagarðin, er ein beisk andsøgn til tann veruleikan, at Ragnhild nú er farin. Tað er tungt at koma inn í Turiðargøtu og fram við heiminum hjá tykkum í hesum døgum.
Tá tað kennist so tungt hjá okkum grannum, so kunnu vit ikki ætla, hvussu tómt tað er fyri tykkum, Steinfinn, Rannvá, Bárð, Helgu, Marjuna og Klæmint.
Gævi, tit fara at finna ugga og styrki í kærleikanum, tit fingu frá henni, ið tit nú sakna so sáran.
Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin.
Hvíl í friði, góða Ragnhild.
---------
Vit í Turiðargøtu