Minningarorð um Sigurð J. Jónsson

f. 7. aug. 1924 ? d. 2. november 2002

Vit steðga á. Hesu ferð sera undrandi, tí úr skaranum her á fold, vóru boð eftir einum, ið neyvan nakar hevði roknað við, skuldi fara so skjótt og so óvart.
Sigurð var føddur og uppvaksin í Froðba. Giftist við Jovinu, fødd á Argjaboða, og settu tey búgv á Argjum í 1958.
Fyri okkum, ið komin eru í heimið hjá Sigurði og Jovinu frá barnið av, er hesin tómleiki sera ringur at fata. At Sigurð ikki er har, ið hann plagdi at sita, er okkum óskiljandi.
Sigurð var lítillátin og gjørdi ikki nógv hóvasták burturúr sær sjálvum. Tó fylti hann so ótrúliga nógv sið sínum sera lætta lyndi. Hvør á Argjum kendi ikki Sigurð, sum á Argjum av sonnum var bygdarmynd burturav?
Altíð smílandi og fryntligur, og altíð tilreiðar við einari hjálpandi hond.
Vit, sum vóru javnaldrar við Sigurdjón, vóru í barna- og ungdómsárum, altíð inni hjá Sigurði og Jovinu. Tað var mest sum natúrligt, at soleiðis var tað bara. Orsøkin var tann einfalda, at bæði Sigurð og Jovina dugdu so ótrúliga væl við okkum, sum tá vóru unglingar.
Tá var onki sjónvarp, men »Barba« og »Sjavs« vóru spæld so at siga hvørt kvøld. Sigurð gekk høgt uppí sjavsin, og »fusurun« var ofta havdur á lofti. Tá var ofta flent, tí tá Sigurð gjørdist spentur, ja so var alt á reinum froðbiarmáli.
Av tí at Sigurð og Jovina vóru uppi í teim fyrstu, ið fingu sjónvarp, ja so samlaðist enn meira ungdómur inni á Argjavegi 51. Summar tíðir var hvør stólur upptikin, og restin lá framm eftir rommum á gólvinum. Ongantíð fall eitt øvugt orð frá Sigurði, sjálvt um gangurin kundi vera í so nógvur. Gomlu beinraknu orðini, at har hjartarúm er, er eisini húsarúm, kunnu eina best lýsa, hvussu hansara lyndi var.
Tað er ongin loyna, at boksing og fótbóltur høvdu hansara áhugamál. Hvør minnist ikki Ayub Kalule og Sigurð, sum boksaði hvør sín kamp ? Kalule í sjónvarpinum og Sigurð frammanfyri sjónvarpið. Tá haldi eg, at vit ungdómar hugdu meira eftir Sigurði enn Kalule.
Tá ið so tíðin var komin til at fara niður til hægri lesnað, ja so var ein javnan í telefonini við Sigurdjón og »tey gomlu«. Heimið á Argjavegi 51 var altíð har, og tú føldi teg altíð heima ? um tað so var á heimavølli ella í útlandinum. Kenslan av nærveru og umsorgan var altíð tilstaðar.
Til jarðarferðina var tí sera hugaligt at síggja teir mongu javnaldrarnar hjá Sigurdjóni fylgja Sigurði til gravar. Vit allir hava okkara serstøku minnir, sum vit ein slíkan dag leita framaftur ? hvør í sínum lagi. Hetta var so okkara seinasti møguleiki at siga Sigurði takk fyri alt hann gav okkum, og tað var nógv.
Sum familjumann minnast vit Sigurð sum eina samlandi eind, har dyrnar ongantíð vóru afturlatnar. Minnist altíð aftur á ríkar løtur, har familja hjá bæði Sigurði og Jovinu vóru samlaði ? bæði frá tí heimliga umhvørvinum og so Danmørkini og Íslandi við.
Sigurður hevði íslendskar røtur við tað, at faðir hans var íslendingur. Hetta hevur altíð sett sín serstaka dám í heiminum á Argjavegi 51. Málningur av Tingvellum og so tað íslendsksa flaggið, sum saman við Merkinum, altíð hava prýtt stovuna, tað eg kann minnast. Sigurð var av fullum hjartað norðbúgvi.
Sigurð var eisini í hugburði frælsislyntur norðbúgvi. Hann hevði eina frælsiskenda vón um at Føroyar skuldi vera eitt tjóðveldi, har føroyingar skuldu ráða. Hann hoyrdi við til tað ættarliðið av frælsislyntum føroyingum, sum vildi byggja land eftir leistinum hjá Erlendi Patursyni og Hanusi við Høgadalsá, har verka- og fiskimaðurin vóru tann berandi eindin undir tjóðveldinum.
Trúgvi ikki, at Sigurð nakrantíð skilti nýmótans akademiska tjóðveldismannin.
Barnavinur var hann sum fáur. Tá ið abbabørnini úr Skálavík vóru á vitjan, var ofta hugaligt at síggja, hvussu tolin og hugagóður hann kundi spæla við tey.
So tá abbabørnini úr Skálavík vóru blivin meira vaksin, ja tá kom lítli Hannis. Hannis og abbin vóru eitt. Orð eru ov fátøk til at lýsa kærleikan millum teir báðar.
Seinast eg var inni á gólvinum hjá Sigurð, var sama dagin Argja skúli hevði 50 ára føðingardagsveitslu. Tá var hann heilt væl fyri í allar mátar, og sum vanligt spældi hann við Hannis.
Tá ið Sigurdjón og undirritaði fóru við Hannis ímillum okkum út í skúlan, stóð Sigurð í vindeyganum og eygleiddi okkum út eftir vegnum og oman í skúlan. Hevði onga hóming av, at hetta skuldi vera seinastu ferð, eg skuldi hitta hann í heiminum á Argjavegi 51.
Sigurð var sera góður við kirkjuna. Saman við Jovinu, var Sigurð trúgvur kirkjugangari. Virðingin fyri Hinum Alvalda, var sum hjá teim gomlu føroyingunum. Tað var trúgvin á Hin Alvalda, sum ein altíð hevði við sær, um ein bað sítt Faðir Vár.
Í kirkjuni, tá ið Sigurð stóð undir børu, prædikaði Bergur um tjaldbúðirnar her á fold og so í Himmalinum. Tjaldbúðina her á jørð, hevði Sigurð ansað væl eftir. Eitt nú tann sera prýðiliga urtagarðin á Argjavegi 51, hava Sigurð og Jovina altíð hildið sera vakran. Tað verður saknur nú summarið nærkast, at Sigurð ikki verður at síggja sitandi í urtagarðinum, tá ið sólin stendur hægst í suðuri.
Men Sigurð er nú í tí himmalsku tjaldbúðini, har Hin Alvaldi hevur boðið Sigurði vælkomnum.
Góða Jovina, Sunrid og Sigurdjón! Tit hava mist ein góðan mann, pápa og ikki minst abba og verfaðir. Deyðin er kaldur, tá ið hann trýnir um dyrnar. Má Hin Alvaldi styrkja tykkum í sorgini.
Æra verið minnið um Sigurð J. Jónsson.
??????????????


Jóannes