Á Argjum situr ein maður so eina, hann hevur mist konu so kær. Hon var eitt og alt fyri hann.
3 børn hava fingið og ommubørn við, aldrin kærleika manglaðu, tú givið hevur nógv.
Alt lívið tú gav og tók, bæði við kærleika og tolsemi, ikki eru tað nógv sum klára høvdu tað.
Tá sjúkan gjørdi um seg, mátti tú noyðast við tað, ikki alt gekk sum tað skuldi, førleikan misti.
Í 14 ár tú sjúkuna bardist við, við upp- og niðurtúrar.
Øll ár fyri tað, vóru gleðiár, fylt við gleði og gleim.
Tað stórt tap var fyri teg, men ikki tú misti móti.
Altíð blíð og løtt um sinnið. Tú gav so nógv.
Tá vit børn og ommubørn komu, tú altíð hevði eitt smíl.
Vit vistu tú troytt var av degnum, vit skiltu tað væl.
Tað tungt var fyri okkum, hjarta græt fyri teg.
Vit gjørdust til tínar armar og bein, vit gjørdu tað við gleði.
Alt fyri at hjálpa, sum tú hjálpt hevur okkum.
Tú var ein góð kona (ver)mamma, omma og ein systur,
tað veit tú væl, alt í alt.
Kærleiki, tolsemi og orð tú hevði,
tað gav so nógv.
Við tárfeldum eygum tú sat, hvørja ferð vit skiltust,
men eitt smil og ein tøkk, tú royndi so væl.
Tú vildi, vit tóku okkum av tær, sjálvt um tað var ringt.
Tú læt okkum elska teg, fyri alt tú var, líka sum tú elskaði øll.
At gloyma er ringt, tað vita øll
Minnir um gamlar dagar, vit máttu taka fram.
Vit lærdu at seta prís á tað.
Lítið bleiv sagt til síðst, men tolin tú var.
Eitt smíl og ein tøkk, tú altíð gav.
Vit mistu teg og vit sakna teg,
Vit vita, tað var best fyri teg, men alt ov skjótt, tað er svárt.
Tú er komin í eitt betri stað, har friður valdar og alt er gott.
Harrin verið við tær. Takk fyri alt.
Hvad du led, det ingen kender,
tappert du din smerte bar.
Smilte blidt til dine venner,
før du gik til Himlens Far.
Hvíl í friði.
Dóttir tín Poula við familju