info
Ongi úrslit

Minningarorð um Anni Isaksen í Gerðinum

Andrea
25. november 2022 kl. 22:47

Tað kennist so lítið vert at seta saman nakrar reglur um teg, tú sum fylti og fyllir so nógv. Hvussu kann man lýsa teg og tann týdning, ið tú hevur havt fyri meg niður í nakrar fáar reglur?

Vit komu at kennast sum grannar Niðri á Túni, eg sum ný flutt til bygdina, og tú, sum vart flutt heim aftur eftir útlegd í Danmark. Vit høvdu javngomul børn, so tað var lætt at koma í prát, og førdi hetta eisini til, at vit gingu nógv inn til hvørja aðra. Lagnan vildi tað so, at tit bygdu á okkara stykki, tí vit keyptu hús, og at vit nøkur ár seinni aftur gjørdust grannar, tá vit bygdu í tínum grannalagi.

At flyta til eina bygd, har man kennir fá, er ikki altíð lætt, men har vart tú heilt serstøk. Tú dugdi at fáa øll at kenna seg væl í tíni kæru heimbygd Kvívík. Kvívík átti eitt heilt serligt pláss í hjarta tínum, og tosaði tú ongantíð ilt um bygdina. Tú gjørd eisini títt til, at bygdin var eitt gott og livandi stað. Bæði sum bygdaráðslimur, limur í føstulávintsnevndini, fyriskipari av jólasølu, kirkjuráðslimur og fyriskipari av føstuhugna í Kulluni. Hetta eru bert nøkur av teimum tingunum, ið tú var partur av.

Vit vóru eisini í bindiklubba saman, ein serligur bindiklubbur, har øll lívsins viðurskifti vóru og eru havd á lofti, bæði í álvara og gaman. Bindiklubburin hittist sum vit plaga, og ert tú við okkum hvørja ferð, bæði í talu og minnum. Saknur er í okkara serliga práti.

Tað góða við tær var, at tað var ikki neyðugt at práta og síggjast dagliga, men eg visti altíð, at eg kundi heita á teg, at eg kundi ringja ella skriva. Og so høvdu vit okkara jøvnu gongd í fitness, sum var okkara ting.

Familjan var títt eitt og alt. Høvdu tey tað gott, so var alt gott. Tú gjørdi ikki nógvan háva burturúr tær sjálvari. Men vita skalt tú, at eins stóran týdning, sum tey høvdu fyri teg, so vart tú teirra eitt og alt. Teirra skansi og viti.

Einaferð segði eg við eina mammu, sum hevði mist sonin, “tað er gott, at tú hevur minnini”. Hon svaraði, “eg vil ikki hava minnini, eg vil hava sonin”. Nú skilji eg til fulnar, hvat hon meinti. Saknurin hjá okkum, ið kendu teg er stórur. Mest av øllum sakni eg títt lætta lyndi, smittandi látur og erligu meiningar.

Á Instagram detti eg aftur og aftur fram á eitt brot úr einum sangi, ið ljóðar soleiðis:

If I would have known

that you wouldn´t be here anymore

I would have made the moment last a little longer

cause now I´m alone

and you are just a memory in my mind

Ja, Anni góða nógv góð minni havi eg, sum eg kann minnast aftur á við gleði. Tey goymi eg sum reyðargull.

Við hesum fáum orðum fari eg at lýsa frið yvir minnini um mína kæru vinkonu Anni.

Vinkona tín,

Andrea

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

13 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kríggið móti Iran hevur kostað USA 246 milliardir krónur

8 minuttir síðan
Tíðindi

Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið

3 tímar síðan
Tíðindi

Eivør gevur nýtt staklag út

3 tímar síðan
Tíðindi

Almannaverkið keyp­ir tveir buss­ar til koyri­stóls­brúkarar

3 tímar síðan
Tíðindi

Talvlandsliðið komið til Usbekistan

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Anniku hevur fingið eina haltandi byrjan

3 tímar síðan
Tíðindi

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

5 tímar síðan
Fótbóltur

André Olsen hevur tikið út U19-landsliðshópin

5 tímar síðan
Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin var millum toppskjúttarnar hjá CSM Bukarest

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava svar um aldursmark á sosialum miðlum

6 tímar síðan
Tíðindi

Merz vil gera inntriv móti methøgum brennievnisprísum

7 tímar síðan
Tíðindi

Umhvørvisstovan, quo vadis 1 (av minst 5)

7 tímar síðan