Minningarorð um Bjarna Wiberg Joensen

Mánadagin 3. nov. vórðu fløggini á Tvøroyri vundin í hálva stong, tí Bjarni Wiberg Joensen hevði lagt árarnar inn 70 ára gamal.

Henda dagin orkaði hann ikki longur at stríðast ímóti herviligu sjúkuni og segði hesum heimi farvæl.

Bjarni Wiberg Joensen var føddur 18. des. 1926, og var hann elstur av seks systkjum. Foreldrini vóru Astrid og Karl Joensen.

Bjarni var bert tólv ára gamalur, tá mamman doyði, og kom hann tí at veksa upp hjá ommuni og abbanum á Tvørabakka.

Abbin, sum kom úr Svøríki, var arbeiðsformaður í Rangabotni í mong ár, og sum vera man, so var Bjarni eisini millum teirra sum styttri tíðarskeið arbeiddi í Rangabotni.

Men eins og hjá øðrum unglingum, so man hugurin hava leitað til sjógvin, sum eisini gjørdist hansara arbeiðspláss. Hann búleikaðist á havinum øll síni frægu mandómsár. Tey nógvu seinni árini var hann kokkur.

Bjarni fann sær konu undir Skorðum í Froðba, og hann og Johild fingu fimm børn, fýra døtur og ein son.

Sjálvur kom eg at kenna Bjarna í 1970, og gjørdist hann seinni verfaðir mín og abbi at okkara børnum.

Tá ein situr og hugleiðir um lívið hjá einum menniskja, so vil tað eyðvita verða so, at tað eru ávís viðurskiftu, sum tú serliga hevur hug at draga fram. Tú endar aloftast við nøkrum lýsingarorðum ella yvirskriftum, sum umrøða høvuðseyðkennini hjá viðkomandi.

Bjarni var eitt menniskja, har eydnan og trivnaðurin hjá øðrum lógu honum fyrst á sinn. Ein støðug umsorgan fyri sínum egnu, har hann næstan niður í minsta lut fylgdi við, hvussu tað gekst teimum.

Hesa umsorgan hava vit øll merkt, og serliga mugu tað vera hansar abbabørn, sum í dag kunnu takka fyri, at tey hava átt ein so umsorgsfullan abba.

Bjarni átti ikki lut í at vera sjálvsøkin. Hann var humanistur í orðsins sanna týdningi.

Fyri meg persónliga merkti Bjarni eisini ótrúliga nógv. Umframt at hann, so løgið tað enn ljóðar, var ein av mínum veruligu vinmonnum, so var hann í mínum politiska starvi ein av mínum góðu og sterku stuðlum, sum tú altíð kundi leita til, tá á stóð.

Í teimum ráðum, tú kundi fáa frá honum, var hansara politiski boðskapur altíð serstakliga týðiligur. Tað var boðskapurin um at virka fyri at stuðla teimum veiku í samfelagnum. Tað var ein boðskapur um umsorgan, sum eisini var hansara egni fremsti lærusetningur, sum sjálvt lívið hevði lært hann. Tað var tann umsorgan, hann vísti sínum egnu systkjum, tað var umsorganin, hann vísti sínum børnum, og tað var umsorganin hann vísti sínum abbabørnum.

Bjarni var ein vitandi maður, hvørs sunna forvitni rakk til flest øll heimsins viðurskiftu. Av somu orsøk var hann ein maður, sum las ótrúliga nógv.

Eisini var Bjarni eitt sera humoristiskt menniskja. Hann dugdi fram um onnur at síggja tað ofta komiska, sum hóast alt hendir í okkara gráa gerandisdegi. Ja, enntá nú, tað stundaði ímóti endanum so hevði hann ikki mist hesi einastandandi evnini til at síggja tað stuttliga í sjálvt tí sorgarfulla og tunga.

Men hetta lætta lyndið, sum jú var hansara eyðkenni í unglinga- og mandómsárum, kom eisini til sjóndar í teimum nógvu yrkingunum, sum hann greiddi úr hondum. Nakrar vóru tær festar á blað, tá hýruruin var góður, men serliga var tað longsilin eftir konu og børnum og kærleikin til heimlandið, sum gjørdu hansara yrkjaragávur virknar.

Lagið í Aberdeen, tá teir í unglingaárum hava vitjað á Hotel Bonaccord, man uttan iva hava verið gott. At teimum bíðaði ein Suðurlandstúrur, har sólin ongantíð sá, við tevatni og breyði, man ikki hava bilað.

Meira djúpsintur hevur hann tá verið, tá hann sum sjómaður fór at kvøða um fuglin, ið ferðast um himmal og hav. Ella tá hann sá mánan fyri sær í koyggjuni og syngur, »Mánin hann skein, skein yvir Føroyaland«.

Men serliga nógvar yrkingar venda sær beinleiðis til konuna og børnini, sum áttu allan hansara kærleika. Sum ta ferðina eystanfyri, tá hann til tey har heima í sanginum »Langt burtur frá tær við Noregs køldu strendur«, kvøður:


»Eg sendi tær nú heilsu yvir havið

og til tey børn, tú hevur givið mær

Eg elski tykkum, nú og allar ævir

so víst eg lata vil mítt hjartablóð«.



Ella tá hann spurdi unnusta sína, »Vilt tú meg elska, tá harið er gránað?«

Henda syngjandi og lívsjáttandi røddin er nú tagnað.


»Nú tagnar mín guitar, eg glíði nú inn

í svøvnin og droymi um teg,

tú eigur mín kærleika, troystar mítt

sinn

tín kærleiki uggar nú meg«.


Eg og míni fara at bera fram eina tøkk fyri tað, sum hann var fyri okkum og lýsa vit frið yvir minnið um Bjarna Wiberg Joensen.


Jóannes