Minningarorð um Eyðun Johannesen

Kemur tú aftur, so mugu vit finna út av tí. Hesi vóru orðini frá formanninum Jákup Zahle, tá eg á sinni flutti til Danmarkar fyri at søkja mær sjónleikaraúrbúgving. Og eg helt orð. Nú var eg aftur við hús. Og síni orð: Kemur tú aftur, so….., tey hevði Zahle ikki gloymt. Hetta skrivar Eyðun í bókini Míni leikapetti, sum kom út, tá Eyðun fylti 80 ár.

Tað er ongin ivi um, at tað var gott hjá Eyðuni, at Havnar Sjónleikarfelag var so opið fyri nýútbúna sjónleikaranum. Havnar Sjónlekarfelag var fyrst í 1960- unum eitt sera virkið felag. Og tá Eyðun kom, var tað sum at fáa eina komet í húsið. Hetta sæst á fundarfrágreiðingum: Eyðun er komin í húsið, og tað er gott. Sum altíð, tá ið pionerar koma á pallin, so gjørdi Eyðun alt, sum skuldi til, fyri at fáa leikinar at rigga. Hann smíðaði, málaði og fann rekvisittir, samstundis sum hann leikstjórnaði. Her var nógv ferð á, ambitónirnar vóru høgar, og nevndin í Havnar Sjónleikarfelag gav Eyðuni fríar teymar at arbeiða. Hetta var gott – fyri limirnir í Havnar Sjónleikarfelag, fyri Sjónleikarhúsið og fyri havnarfólk, eins og føroyingar allar.

 

Eyðun leikstjórnaði allar leikirnar hjá Havnar Sjónleikarfelag hesi árini. Úr rúgvuni kunnu nevnast Rosmarshólmi eftir Henrik Ibsen, Músafellan eftir Agatha Christie, Bíða eftir Godot eftir Samuel Beckett, Lív og lagnur í Spoon River eftir Edgar Lee Masters, Kálvur Lítli eftir Ólav Michelsen, Harðveðrið eftir Shakespeare, Frúgvin Julie eftir August Strindberg, Kenslutímin eftir Eugéne Ionesco, Másin eftir Anton Tjekhov og Ivaliva eftir Steinbjørn B. Jacobsen. Ikki hissini leikir fyri eitt áhugafelag at fara undir. Men undir kønu hond Eyðuns bar hetta til.

 

Tað var djarvt at leita sær sjónleikaraútbúgving sum fyrsti føroyingur, og síðan at koma beina leið heim aftur til Føroya at virka. Hetta var eitt í Føroyum ókent yrki, hóast sjónleikur var ítrív hjá teimum mongu áhugafeløgunum kring landið. Fólk vóru góð við sjónleikin, men sjónleikur var til stuttleika og tað var fínt. Leikarnir funnu sjálvir út av tí mesta, men so við og við varð farið at brúka leikstjórar. Fyrst ferð, Havnar Sjónleikarfelag brúkti professionellan leikstjóra, var til leikin Mýs og menn, sum felagið setti upp leikárið 1954/1955. Eyðuni spældi við, og íslendski leikstjórin, Erna Sigurleifsdóttir, fekk avgerandi týdning fyri lívsleið hansara.

 

Ta tíðina, Eyðun starvaðist í Sjónleikarhúsinum, var ein øgiligur aktivitetur. Hetta var gulltíðin, og Eyðun var drívmegin. Men fyri eitt talent sum Eyðun var neyuðgt við størri avbjóðingum enn teimum, sum vóru í heimliga umhvørvinum.

 

Í Danmark gjørdi hann vart við seg, men hvørja ferð, hann kom aftur til Føroya at arbeiða, var hann aftur hin sami Eyðun, sum vit kendu hann: Rabarban, sum kom i Sjónleikarhúsið sum 5-6 ára gamal, og sum gjørdi sjónleik til sína lívsleið. Rabarban, sum fekk jólaljós í eyguni, tá hann í sambandi við arbeiði á Tjóðpallinum óvæntað bleiv boðin til feska grind við pannukøkum omaná.

 

Havnar Sjónleikarfelag og Sjónleikarhúsið hava nógv at takka Eyðuni fyri.

 

 

 

Havnar Sjónleikarfelag