Theodor var lærari, rithøvundur og týðari – eitt menniskjað sum í sínum lívi og virki gav til skúlan, føroyska málið og samfelagið.
Theodor bar við sær ein djúpan alsk til sína heimbygd Gjógv, til náttúruna og føroyska málið. Theodor var óvikandi sannførdur um at arbeiðast skuldi á øllum mótum tilvitað og miðvíst at varðveita og menna føroyska málið – og hesa uppgávuna tók Theodor eisini á seg. Hugsjónin um føroyska málið var eitt lætt og greitt mál, sum bæði lítur aftur í tíð og frameftir.
Virki hjá Theodor sum lærari var eyðkent við teirri tilgongd, at læring byrjar við motivatión. Hví hevur tað týdning at skilja lívfrøði, djóralívið, mannakroppin og føroyska málið? Soleiðis birti Theodor upp undir eitt forvitni hjá næmingunum, eina orsøk til at leggja í og at vilja læra og vita meira.
Theodor hevði ein náttúrligan myndugleika, sum ikki bygdi á strangleiki, men á passión og umsorgan. Nógvir næmingar minnast Theodor, sum læraran, sum legði sera nógv í og setti nógv fyri, og sum eisini tendraði teirra neista at læra.
Samstundis rúmaði Theodor øllum næmingum; teimum friðarligu og stillu, teimum óróligu og órógvandi og teimum, sum høvdu tað trupult. Theodor meinti, at allir næmingar høvdu uppiborið røttu umstøðurnar fyri at kunna eydnast. Eingin skuldi standa uttanfyri, eingin skuldi verða gloymdur.
Áhugin og ábyrgdarkenslan steðgaði ongantíð. Theodor fylgdi mongum av sínum næmingum víðari gjøgnum lívið við áhuga og umsorgan, heilt fram til sínar seinastu dagar.
Kristnitrúgvin var grundarlagið undir øllum virki og lívi hjá Theodor. Ikki sum eitt ytri eyðkenni, men sum ein innara megi, ið skapti hansara menniskjafatan, hansara máta at undirvísa og tí stillisligu umsorganini fyri øllum kring hann. Kristna trúgvin vísti seg í næstrakærleikanum, virðingini og sannføringini um, at øll menniskju vóru eins virðismikil.
Bergur Debes Joensen, sóknarprestur skrivar soleiðis um Theodor: “Eitt reystmenni, ein mentanarberi, ein fyrimynd í trúgv, ídni og úthaldni”.
Afturat sínum starvi sum lærari gav Theodor út góðar 20 bøkur sum rithøvundur og týðari. Theodor skrivaði bøkur um lívfrøði, náttúru, mannakropp og átrúnað. Einstakar útgávur eru skrivaðar saman við Svenningi Tausen, Heina F. Petersen og Bjarna Holm. Theodor týddi nógv verk, eisini saman við Svenningi Tausen, Amy Tausen og Heina F. Petersen.
Theodor samskipaði saman við Guttormi Zachariasen jólabøkur og Jólaboð í fleiri áratíggju og skrivaði fleiri hundrað stuttsøgur, flestar við kristiligum innihaldi.
Frá 1968-80 sat Theodor í nevnd Føroya Lærarafelags, og í Bókadeild Føroya Lærarafelags sat hann frá 1965-85. Eisini var Theodor í nevndini í Kristiligum Lurtara- og Síggjarafelag, Varðmonnum og Blákrossi og ikki minst í KFUM, har hann eisini var sera virkin.
Theodor hevði góðar trúfastar lívsvinir – fleiri frá lærarskúlatíðini. Tey virkaðu saman í teirra vinskapi við tí, tey brendu fyri; skúlan, føroyska málinum og kristiliga arbeiðnum.
Theodor fekk í 2005 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs. Grundgevingin var, at hann við sínum bókum hevði megnað at fylgt tíðarandanum, sum ger, at børnini halda bøkurnar verða spennandi, og at hondbókin hjá honum um dýr og plantur í Føroyum er ein varði í yrkisbókmentum okkara.
Røturnar hjá Theodor vóru gróðurfestar í jørðini, sjónum, klettunum og í gjónni í heimbygdini Gjógv. Theodor greiddi okkum næmingum livandi frá lívinum við Gjógv; um útróður, fugl og landbúnað; eitt stríggi og gleðiligt lív, har sjógvurin bæði gav og tók. Theodor plagdi hugtakandi at fortelja um vøkru sterku náttúruna við Gjógv og andlitini, sum síggjast í grótinum í gjónni. Soleiðis hevði Theodor eisini eyga fyri smálutum og eitt hugflog at finna søgur í tí, onnur kanska ikki løgdu til merkis.
Eisini hevði Theodor áhuga í myndlist og klassiskum tónleiki. Ofta hoyrdist ikki mannamál, tá ið tú komst á gátt, men skjótt var tónleikurin doyvdur og góða prátið tók yvir. Altíð so hjartaligur og áhugaður bæði í tí, sum var nær og fjar, og løturnar saman vóru sera ríkar og gevandi.
Á nógvan hátt var Theodor afturlítandi og staðbundin við Gjógv. Á annan hátt var hann framlítandi og lýddi út í heimin.
Familjan stóð Theodor næst. Ein dag um vikuna hevði Theodor ein fastan abbadag saman við abbabørnunum, hvør sær. Tá varð góður døgurði gjørdur, helst tað børnunum dámdu best og sum tað týdningarmiklasta – tá var tíð til bara at vera saman.
Theodor legði ikki í at standa fram alment, men var ein av teimum, sum uttan stórvegis hóvasták gav og legði sera nógv eftir sær. Hansar lívsverk var stórt.
Hjartans tøkk fyri tína nærveru og umsorgan og fyri alt, tú legði eftir teg.
Hvil í friði.
Hjørdis G. Lailudóttir











