Minnisframsýning við Ingálvi av Reyni

Fríggjadagin klokkan 17 letur upp fyrsta minnisframsýningin við Ingálvi av Reyni. Á framsýningini eru fleiri høvuðsverk, m. a. okkara egnu, verk lánt frá stovnum og privatum í Føroyum, umframt høvuðsverk sum eru lánt frá Statens Kunstfond, Sønderjyllands Kunstmuseum, Randers Kunstmuseum og Vejle Kunstmuseum.

Listfrøðingurin Mikael Wivel dr.phil. hevur í sambandi við framsýningina skrivað bók um listamannin. Bókin er á donskum, føroyskum og enskum og er 288 síður við hópum av myndum.

Mikael Wivel sigur í byrjanini av tekstinum, sum ber heitið Svartur og villur:

»Tað var Sámal Joensen-Mikines, ið legði lunnar undir føroyska list, men tað var Ingálvur av Reyni, ið fór longri og legði eitt altjóða støði undir hesa serligu myndlistina.

Hóast teir báðir lógu hvør øðrum lutfalsliga nær, bæði í aldri og við tað, at teir av og á málaðu saman, eru teir úr hvør sínum ættarliði. S.J. Mikines var í hæddini í 1940? og 50?árunum. Ingálvur av Reyni var í hæddini í 1980? og 90?árunum. S.J. Mikines kom brestandi inn á pallin við spritti í æðrunum og myndum av higartil ókendari rástyrki. Ingálvur av Reyni kom meira ivandi fram við Guds hjálp og við myndum, ið vóru nakað væl truplari at meta um. S.J. Mikines brendi ljósið í báðar endar, Ingálvur av Reyni helt lív í eldinum, til eldurin logaði so ógvisliga, at sjálvt myrkrið fór at lýsa.«

Heðin Mortensen borgarstjóri heldur røðu.

Mikael Wivel setir framsýningina.

Framsýningin letur í fyrstu atløgu aftur sunnudagin 20. desembur 2009, men heldur síðan fram týsdagin 5. januar 2010 og endar sunnudagin 28. februar 2010.

Í 2010 fer framsýningin víðari til Kastrupgaardsamlingen og síðan til Vendsyssel Kunstmuseum.