Hjarnar hevur virkað á føroyska tónleikapallinum í góð 50 ár. Teir gingu undan, og vóru partu av einari tíð, har rokktónleikurin av sonnum hevði góð gróðrarlíkindi. Í Klaksvík var Ulle Barr staðið. Ulle Barr var har, sum foyérurin í Atlantis er í dag. Í sjálvum salinum var biografur og dansur, eins og Atlantis eisini húsaði diskotekklubban, ið hevði tað eksotiska navnið Atlantic Disc Lovers.
Hjarnar gjørdist skjótt ein hin best umtókti tónleikabólkurin í Føroyum. Tónleikararnir vóru framúr góðir, sangarin framúrskarandi, og ikki minst tá talan var um sjálva framførsluna á palli. Harumframt rakti Hjarnar tíðarinnar tóna eins og „dreivið“ á pallinum var bæði skjótt og gott.
Í blaðnum (78 síður) kanst tú millum annað lesa um søguna hjá Hjarnar, um tíðina tá ið teir vóru á turné í Danmark, um hvussu sangurin “Alla Nátt” gjørdist til veruleika ella hví bólkurin eitt skifti broytti navn til “Sunny”.
Fleiri áhugaverdar greinar og eldri myndir eru inni í blaðnum, sum er gjørt til hetta serliga høvið, nú Hjarnar verða heiðraði í Varpinum 7. og 8. november við stórslignari heiðurskonsert.
Møguligt verður at keypa hetta serstaka blað í bókahandlunum kring landið.











