Tórálvur Mohr Olsen var var virkin hugsjónarmaður burturav og vit minnast hann við virðing, sigur John Johannessen, formaður Javnaðarfloksins á tingi
- Javnaðarflokkurin minnist Tórálv Mohr Olsen við virðing.
Tað sigur John Johannessen, formaður í Javnaðarflokkinum í tingi, nú tíðindini bórust í morgun, um at ein av kendastu tingmonnum floksins doyði í nátt, eftir brádliga ákomna sjúku í gjár.
-Tórálvur hevði røtur í verkamannaheimi og kendi sjálvur nógv til verkamannalívið, millum annað frá sínum egnu upplivilsum, tá hann róði út úr Føroyingahavnini í Grønlandi, staðfestir talsmaðurin fyri Javnaðarflokkin.
Hann sigur, at tinglimir í Javnaðarflokkinum minnast hansara stóra áhuga fyri viðurskiftunum hjá útróðrarmonnum og fiskimonnum annars, sum hann væl og virðiliga umboðaði við sínum stavi í fiskivinnunevnd løgtingsins øll árini, ið hann var tingmaður.
- Vit yngru í Javnaðarflokkinum minnast best Tórálv fyri hansara fangandi og hugsjónarfyltu frásagnir, tá hann soleiðis av og á plagar at støkka inn á gólvið á Gamla Apoteki at kjakast við okkum um dagsins samfelagsviðurskifti.
- Serliga fangandi var at, hvussu væl hann mintist niður í minstu smálutir, nær, hvussu og hví tær einstaku politisku avgerðirnar vóru tiknar langt aftur í tíðina.
- Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur og minnast Tórálv Mohr Olsen við størstu virðing og hava djúpa samkenslu við teimum, ið eftir sita, sigur John Johannessen.
Lo
Longur niðri á Portalinum hava vit eina aðra grein um Tórálv Mohr Olsen