Minst helvtin av øllum sendingunum í sjónvarpinum skulu vera føroyskar

?Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett sær stór mál fyri Sjónvarpi Føroya

 

?Minst 50 % av øllum sendingunum í SvF skulu vera føroyskar. Samstundis skulu allar útlendsku sendingar skulu hava føroyskan tekst. Og tað skal vera longu um tvey ár.

Hetta eru tvær av teimum stóru ætlanunum, sum Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í mentamálum hevur sett sær fyri at fremja á fjølmiðlaøkinum.

Hann sigur, at hetta er ein partur av broytingunum, sum hann nú ætlar at gera í lógini um kringvarp. Uppskotið varð lagt fram á landsstýrisfundi beint fyri jól og vónandi verður tað klárt at leggja fyri tingið nú í januar mánaða, sigur hann.

Síðani vónar hann, at broytingarnar kunnu setast í verk í vár.

Hvussu landsstýrismaðurin ætlar at skipa Sjónvarpið og Útvarpið, hava vit greitt frá í aðrari grein.

Men umframt bygnaðarbroytingarnar, ætlar hann eisini, at sendingarnar hjá sjónvarpinum skulu broytast heilt nógv í næstu framtíð.


Helvtin føroyskt

Torbjørn Jacobsen sigur, at í uppskotinum, sum hann hevur lagt fyri landsstýrið, at miðjað verður eftir, at í seinasta lagi 1. januar í 2003 skal minst helvtin av sendingunum hjá sjónvarpinum verða føroysk framleiðsla.

Samstundist skal Sjónvarpið teksta so nógvar útlendskar sendingar, sum gjørligt.

? Men málið er eisini, at 1. januar í 2003, skulu allar fremmant mæltar sendingar verða tekstaðar til føroyskt.

Hinvegin sigur landsstýrismaðurin, at hann er greiðir yvir, at so stór mál ber tað ikki til hjá sjónvarpinum at røkka við teirri fíggarligu støðu og orku, sum stovnurin nú hevur.

Tí hevur hann eisini sett í uppskotið, at tað skal bera til at stuðla virkseminum hjá sjónvarpinum við eini játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Torbjørn sigur, at sjálvur væntar hann, at tað stóra, politiska slagsmálið verður akkurat um hetta her.

? Tann stóri spurningurin verður helst, um tað skal bera til at játta sjónvarpinum stuðul á Løgtingsins fíggjarlóg til at gera sendingar fyri.

Men hetta orðaskiftið heldur hann er neyðugt. Hann heldur, at tað er neyðugt, at politikararnir gera upp við seg sjálvar, hvat teir vilja við einum føroyskum sjónvarpi.

? Eg dugi ikki at síggja nakað sum helst endamál í at hava eitt sjónvarp í Føroyum, um tað ikki í stóran mun skal gera føroyskar sendingar, sigur Torbjørn Jacobsen.